NAVIGARE | Skipaflotin veksur nú úr 11 og upp í 13 skip👍🏻
Talið á skipum hjá Navigare veksur úr 11 til 13, nú fyritøkan fær skipini Hav Brim og Hav Sund ávikavist í apríl og juni í ár. Skipini eru bygd í 2008 og koma at lasta 4600t.
(Mynd 📸 Navigare)
Við hesum keypinum ger Navigare somuleiðis sína størsta íløgu í søgu felagsins. Avgerðin er strategisk og ein liður í at endurnýggja flotan tey komandi árini.
- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini og nú tí spentu støðuna millum Russland og Ukraina, sigur fyritøkan í tíðindaskrivi.
Um skipini:
- Longd 89.95m
- Breidd 14.4m
- BT 2998t
- Motororka 1800kW
Soleiðis skrivar Navigare Shipping á Facebook síðu teirra:
We are thrilled to announce the purchase of 2 new vessels to the Navigare fleet.
This acquisition is the largest investment in the company’s history, and represents a milestone in our fleet renewal strategy. The two vessels are purchased from Arklow Shipping , both built in 2008 and will be renamed MV Hav Brim and MV Hav Sund. The vessels will be operational June-July After being upgraded to self-dischargers.
Even if the past few years have been challenging in many ways, and the present situation brings uncertainties to us all, we enter the future full of optimism with many exciting projects in our portfolio.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Navigare og Portalurin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare