top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

NAVIGARE | Nýggja skipið hjá Navigare eitur Hav Alda 🥳

Updated: Aug 18, 2021

Hav Alda skal sigla við fóðri millum Føroyar og Skotland


- Skipið er keypt til at sigla við alifóðri millium Føroyar og Skotland. Síðstu vikurnar hevur tað verið í Pólandi, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, so sum sandblásing og máling. Harafturat eru ymiskar dagføringar gjørdar, so tað vónandi verður væl egnað til siglingina.

Tað sigur Álvur Højgaard, reiðari á Navigare, sum eigur skipið.

- Skipið er frá 2000 og er í sera góðum standi. Vit hava sett nærum nýggja maskinu á dekkið og sett síðuskrúvu í aftan, so tað skuldi verði lætt at manerera, eisini tá leggjast skal til aliflakar, sigur hann.


- Skipið er 82,5 metrar langt, 12,4 metrar breitt og lastar góð 2500 tons. Motorurin er 2500 hestar MAK. Ferðin var góðar 12 sjómíl um tíman til Føroyar og tað er góð ferð, sigur Álvur Højgaard.


Nú skulu ymiskt smáting fáast í rætt lag, áðrenn Hav Alda fer til Fuglafjarðar at lasta alifóður til Skotlands.


Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og andakt verður umborð áðrenn skipið fer í vinnu.

(Álvur Højgaard, stjóri)

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Logo
Logo
Logo


Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page