NAVIGARE | Letur upp skrivstovu í Íslandi
Í 20 ár hevur Navigare haft virksemi í Íslandi, og nú er tíðin komin til at lata 3. skrivstovuna upp uttanfyri Føroyar.
Pílarnir vísa ein veg hjá Navigare Logistics, og tað er upp. Navigare hevur júst latið upp skrivstovu í Íslandi, eftir at hava verið á íslendska markaðinum í 20 ár.
Íslendingurin Hermann Þráinsson er settur sum stjóri á íslendsku deildini.
Hermann hevur drúgvar royndir innan farmavinnna og hann fer at styrkja um framhaldandi starvsemi hjá Navigare.
Skrivstovan í Reykjavík er tann fjóðra skrivvstovan hjá Navigare. Umframt høvuðssæti í Søldarfirði, hevur Navigare skrivstovu í Bretlandi, Noreg og so nú í Íslandi eisini.
Vit ynskja Navigare bestu eydnu.
(Myndir 📸 Navigare)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Navigare
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments