MYNDIR | Trý grønlendsk skip á MEST í januar
Nógv virksemi er á MEST í løtuni og komandi mánaðirnar.

Nógv virksemi er á MEST í løtuni og komandi mánaðirnar.
Frá Royal Greenland hevur uppisjóvarskipið Tasiilaq verið í turrdokkini á Skála til klassingar arbeiði og ymiskt annað viðlíkahalds arbeiði.
Trolarin Tuneq er eisini júst komin og skal ymiskt viðlíkahalds arbeiði byrja í vikuni. Skipið verður eftirfylgjandi liggjandi við bryggju í nakrar vikur.
Trolarin Polar Princess frá Polar Seafood kom í dokk nakað fyri jól og hevur fingið framt umfatandi klassingar arbeiði og ymiskt viðlíkahalds arbeiði. Eftir at arbeiði í dokkini var liðugt, bleiv skipið sleipað til Havnar, har írestandi viðlíkahaldsarbeiði verður framt. Polar Princess ferð væntandi avstað aftur í komandi viku.




(Myndir 📸 MEST)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MEST
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Комментарии