MYNDIR | Serstakliga væleydna vitjan - Port of Runavík
Ferðamannaskipið Le Champlain, hjá reiðarínum PONANT, vitjaði fyri fyrstu ferð í Runavík og Elduvík hin 8. og 9. august.
(Myndir 📸 Runavíkar Havn)
Ferðamannaskipið Le Champlain, hjá reiðarínum PONANT, vitjaði fyri fyrstu ferð í Runavík og Elduvík hin 8. og 9. august.
Skipað varð fyri plattahandan umborð á Le Champlain, har umboð frá skipinum, Faroe Ship, Visit Runavík og Runavíkar havn luttóku.
Fríggjadagin fóru gestirnir á skipaðar útferðir, gongutúr runt Toftavatn og hugnaðu sær í Runavíkarøkinum. Sama kvøld sigldi skipið til okkara vakra ferðamál Elduvík, har teir 180 gestirnir vórðu førdir í land í smábátum í góðveðrinum leygarmorgunin.
Dagurin var ótrúliga góður við nógvum lokalum upplivingum, bæði í bygdini og á fjallatúrum við staðbundnum bóndrum sum ferðaleiðarum.
Aftaná vitjanina bjóðaði skiparin øllum cruisetoyminum umborð á Le Champlain Hetta var ein góð uppliving, og blíðskapurin var sera stórur.
- vit takka fyri vitjanina og ynskja gestum og manning eina góða ferð til Íslands, sigur Runavíkar Havn.
Faroe Ship er umboðsfelag hjá Le Champlain..
(Myndir 📸 Runavíkar Havn)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Port of Runavík
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #runavíkarhavn #portofrunavik
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #runavíkarhavn #portofrunavik
Comments