MYNDIR | Nýggir maskinmeistarar bodnir til opið hús og grill
Tiltakið er komið fyri at verða, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Uppmøtingin var góð og áhugin stórur at fáa meira ítøkiliga vitan um arbeiðsmarknaðarviðurskifti, tá Maskinmeistarafelagið í góðveðrinum í kvøld fekk vitjan av nýklaktu maskinmeistarunum, sum vóru bodnir á gátt til kunning og hugna – og grillin var sjálvandi tendrað
Aftur í summar bjóðaði Maskinmeistarafelagið maskinmeistarunum, sum júst hava fingið prógv á Vinnuháskúlanum á gátt at fáa kunning um fakfelagið, limaskapin har, ymisku sáttmálarnar, tryggingar- og pensjónsvirðurskifti og – ikki minst – hugnaliga samveru.
Tiltakið byrjaði tíðliga í kvøld, og tað bar til hjá sjey av teimum tíggju nýútbúnu maskinmeistarunum at møta upp. Teir vóru samdir um, at tað serliga er sjógvurin, ið kallar, nú teir hava fingið síni prógv og eru til reiðar at stíga út á arbeiðsmarknaðin – partvíst, tí sjólívið bjóðar góðar frítíðarskipanir, og partvíst tí lønirnar hjá maskinmeistarum á landi í Føroyum eru ov lágar.
Tiltakið at bjóða nýútbúnum maskinmeistarum á gátt til kunning og hugna er vorðið so mikið væl móttikið, at tað er komið fyri at verða, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Áhugin hjá nýútbúnum maskinmeistarum at fáa meira ítøkiliga vitan um arbeiðsmarknaðarviðurskifti var stórur, og dúgliga var spurt aftaná framløgurnar, sum Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Finnur Joensen, skrivstovuleiðari í felagnum, og Dan Joensen, kundaráðgevi í tryggingar- og pensjónsfelagnum LÍV, høvdu.
- Áhugin at fáa meira at vita um henda týdningarmikla partin av arbeiðslívinum, sum liggur fyri framman, hevur verið líka stórur hvørja ferð, síðan vit fóru undir hetta tiltakið í fjør summar, og tí er hetta ein siðvenja, sum heilt vist er komin fyri at verða, sigur Arnfinn Bech, formaður.
Til afturvendandi tiltøkini, tá nýútbúnir maskinmeistarar verða bodnir at vitja Maskinmeistarafelagið, sleppur skrivstovuleiðarin av álvara at vísa, at hann hevur aðrar førleikar enn at leiða eina skrivstovu.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, greiddi frá nevndararbeiðnum og sáttmálaviðurskiftum
Úr vinstru er tað Eliesar Høj Joensen, Leivur Debes og Teitur Vilhelmsen Dalsgarð
Úr vinstru er tað Bjartmar Holm, Kristian Elias Christiansen, Hilbert Funn Joensen og Brian Fagradal. Í sofuni aftanfyri er tað Dan Joensen, kundaráðgevi í LÍV
Dan Joensen, kundaráðgevi í LÍV, greiddi frá tryggingar- og pensjónsskipanini hjá Maskinmeistarafelagnum
Finnur Joensen, skrivstovuleiðari hjá Maskinmeistarafelagnum, greiddi frá, hvussu felagsskrivstovan virkar og alktíð er til taks at hjálpa limunum
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments