MYNDIR | ÁRSAÐALFUNDURIN HJÁ FØROYA SKIPARA-& NAVIGATØRFELAG 2024
Ársaðalfundurin hjá FSN var hildin á Hotel Hilton Garden Inn tann 28. dec 2024.
Myndir eru niðanfyri.
Ársaðalfundurin hjá FSN var hildin á Hotel Hilton Garden Inn tann 28. dec 2024.
Byrja var við morgunmati og innskrivan av limum. Møttir vóru 55 limir, hetta er nakan minni enn síðsta ársaðalfund tá vóru ca 70 limir møttir. Men sigast má, at áhugin fyri at velja í nevnd er stórur, heili 75 brævatkvøður vóru komnar inn undan ársaðalfundinum.
Grundin til at færri vóru hesaferð var nakk tann, at uppsjóarvinnan hevði stóra kvotu sum ikki var fiska og høvdu teir fingið boð um at fiska taað sum fiskast kundi áðrenn ársskiftið.
Fundurin var hildin sambært viðtøkum felagsins.
Til nevndarvalið hesaferð stóðu seks persónar fyri valið, ein hevði boða frá, at hann tók ikki við afturvalið. Sostatt kom ein nýggjur persónur í nevndina hjá FSN.
Samanumtiki má sigast, at hetta var ein sera góður og siðiligur fundur
(Myndir 📸 fsn.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: fsn.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments