MP TEKNIK | Arbeiða uppá nýggja Finn Fríða
MP TEKNIK var í summar í Skagen og arbeiddi uppá nýggja skipið hjá Varðanum.
Í juni og juli mánaða vóru starvsfólk hjá MP Teknik niðri í Skagen og arbeiddu umborð á Finnur Fríða.
Har vóru teir við til at seta upp brúgvapakkan og framkomna útgerð frá Furuno, ið dekkar alt frá navigatión, samskifti, fiskileiting og trygdarútgerð (GMDSS).
Finnur Fríði verður bygdur á Karstensens Skibsværft A/S í Skagen. Upprunaliga skuldi skipið latast Varðnum í januar í ár, men skipið er nakað seinkað.
(Myndir 📸 MP Teknik)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MP Teknik
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments