Miðnám í Vestmanna | Myndir av prógvhandan
Á hugnaligari samkomu í farnu viku fingu 23 nýútbúnar pisar prógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna.
Magnus Gaard, rektari, handaði prógvini og helt eina framúr góða røðu fyri teimum, nú tey byrja upp á næsta kapitulin í lívi teirra.
Gestarøðari var Heidi Poulsen, arkitektur, sum saman við hinum á MAP Arkitekum teknaði skúlan, vit eru so glað fyri.
Vegna flokkin helt Sunneva Gaardlykke røðu, og láturin rungaði, tá ið hon hugleiddi um teirra stuttligu upplivingar tey seinastu trý árini.
Flokkinum dámar sera væl tekstirnar hjá Hans Jacob Kollslíð, so tí var upplagt, at Marius Ziska, kom at framføra nakrar av sangunum. Sangin Nærvera sang Olivia Jónsveinsdóttir so rørandi saman við Marius.
- vit á MIV takka MIV2021 fyri tíðina, tit hava gingið her, og ynskja tykkum allarbestu eydnu í framtíðini, sigur skúlin at enda.
Sí fleiri myndir niðanfyri sum Andrei Antal hevur tikið.
(Myndir 📸 Miðnán í Vestmanna / Andrei Antal)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Miðnám í Vestmanna
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments