MEST | Íslendskt skip á beding
- Eva Andrésen
- Apr 5, 2022
- 1 min read
Bjarni Ólafsson kom á beding hjá MEST týsdagin og verður í Føroyum í nakrar vikur
Íslendska skipið Bjarni Ólafsson kom á beding hjá MEST týsdagin.

(Mynd 📸 Portal.fo)
Skipið, sum kom úr Neskaupstaður á eysturlandinum í Íslandi, kemur í høvuðsheitum at umvæla skrúvubløðini, sum skipið hevur havt ávísar avbjóðingar av. Harumframt verður ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt, og verður skipið eisini málað her, skrivar MEST.
Skipið verður væntandi í Føroyum í einar tvær til tríggjar vikur.
Bjarni Ólafsson er eitt stórt uppisjóvarskip sum er 64 metrar langt og 13 m breitt. Skipið, ið varð bygt í 1999, hoyrir heima á Akranesi. Hetta er fyrstu ferð, at skipið er til umvælingar á MEST.
(Myndir 📸 Portal.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments