top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEST | Við í grønari ferju verkætlan

Writer's picture: Eva AndrésenEva Andrésen

MEST er sum kunnugt í gongd við at tekna og projektera nýggjar ferjur til Strandfaraskip Landsins. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt nú í heyst og síðani verður byggingin boðin út. Fyri tørni standa Kalsoyarferjan og ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.


Sum liður í hesum arbeiði er MEST komið við í eitt Norðurlanda samstarv har eitt aðalmál er at fáa sniðgivið grønar ferjur. Høvuðs denturin í verkætlanini “GREEN SEA FAROE” er at sniðgeva tvær ferðafólkaferjur, sum vísa ítøkiligar, rein-orkuskipanir, sum eru grundaðar niðurstøður frá verkætlanini, skiparakstrarkrøv og innlit frá royndum skipasniðgevum á MEST.


Sum partur av verkætlanini verða eisini gjørdar metingar um framtíðar orkutørv og hvussu ein gongd leið kundi sæð út fyri, at Føroyar sum heild í framtíðini kann røkka 0-útláti fyri føroyska flotan. Úrslitini frá verkætlanini kunnu verða til fyrimuns fyri Føroyar, men eisini fyri onnur minni oyggjasamfeløg – eins og fyri Norðurlond sum heild.

Stigtakarar til verkætlanina eru Orka á Umhvørvisstovuni saman við Nordisk Energiforskning, sum er stovnur í Norðurlanda Ráðharraráðnum.

Norðurlendska fíggingin kemur frá Nordisk Energiforskning, Trafikverket í Svøríki, Orkustofnun í Íslandi og Strandfaraskip Landsins í Føroyum.


Tey sum taka lut í verkætlanini eru: MEST, Umhvørvisstovan, Lund Universitet og World Maritime University í Malmø. Eygleiðara luttakarar eru: SEV, Brunvoll Mar-El úr Noregi og Tórshavnar Havn



 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo



Kelda: MEST

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Kommentare


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page