top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MEST | Tvíkiljan Heinanøva latin til Hiddenfjord

Updated: Apr 19

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heinanøva”, er bygd til aliøki í Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági.

(Mynd 📸 MEST)


MEST latið tvíkiljuna Heinanøva til Hiddenfjord í dag.


“Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Og serliga tað at eisini henda tvíkiljan var latin til tíðina”, segði Mouritz Mohr, stjóri á MEST í røðu umborð.


Henda næsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord, í dag. Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november 2023.


Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heinanøva”, er bygd til aliøki í Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.


Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð nevndi hann millum annað, “Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðinum heilt frá byrjan av. Líka frá strikunum á Teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð. Um vit hava havt tørv á broytingum, ja so hava vit bara tikið tað upp við MEST”, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka MEST fyri væl leidda verkætlan.


Á samkomu umborð á tvíkiljuni vóru nógv fólk savnaði til hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á MEST og undirveitarar fyri væl úr hondum greitt arbeiði.


Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við 2 stórum MELCAL kranum ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli.


Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.








 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: MEST

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page