MEST | Íslendska Ljósafell á beding
50 ára gamli trolarin Ljósafell kom á beding í dag. Skipið skal til 50 ára klassing, sum millum annað fevnir um at yvirhála motorin og ymiskt viðlíkahalds arbeiði annars. Ymiskt arbeiði skal eisini gerast í samband við verksmiðjuna. Harumframt skal nógv málingaarbeiði gerast og skal skipið vaskast og málast frá kjøli til mastrartopp komandi vikurnar. Ljósafell er úr Fáskrúðsfirði í Íslandi. Sum tað sæst var íslendska flaggið vundið á stong – kanska sum ein heilsan til Ólavssøkuna.

(Mynd 📸 Richard Mortensen MEST Shipyard)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MEST
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commenti