MEST | Grøna tvíkiljan frá Mest viðurkenning í Avstralia
Avstralska tíðarritið Baird Maritime skýrdi í farnu viku grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.

(Myndir 📸 MEST)
Grønarók, sum varð latin Bakkafrost í september í fjør, vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”.
Í greinini verður nevnt at 100 prosent eldrivna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er bygd í Føroyum, er sera virkisfør og effektiv. Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum er er bílig í rakstri og kann nýtast til ymiskar uppgávur, og hon hóskar sera væl til tað krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum hon fer at arbeiða í.
Øll greinin kann lesast her
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MEST
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare