top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

MEST | Góðkenning til broytta ætlan um nýggja turrdokk á Skála

Umhvørvisstovan hevur góðkent broytta ætlan hjá P/F MEST, at gera nýggja turrdokk á Skála. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.

(Mynd 📸 us.fo)


Tann 27. september í ár góðkendi Umhvørvisstovan eina ætlan hjá P/F MEST at gera nýggja turrdokk norðan fyri verandi dokk á Skála.

16. november 2023 fekk Umhvørvisstovan nýggja umhvørvisárinsmeting av eini broyttari ætlan, har nýggja turrdokkin verður flutt uml. 50 metrar í ein landnyrðing, t.v.s. út móti sjónum. Samstundis verður bryggjukanturin við ætlaðu turrdokkina fluttur samsvarandi. Nýggja dokkin verður sostatt lutvíst uppi á landi og lutvíst á einum øki, sum verður fylt út á sjógv. Grótið, sum verður sprongt út fyri dokkini uppi á landi, verður brúkt til at fylla út fram við dokkini úti á sjónum.

Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá P/F MEST á Skála, bæði núverandi virksemi og virksemið, tá nýggja turrdokkin er tikin í brúk. Í umhvørvisárinsmetingini er verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur.

Nýggja dokkin verður 150 metur long, 33 metur breið og 12 metur djúp á gáttini. Dýpið minkar inn og frameftir í dokkina, so tað innast er 9 metrar.

Umhvøvisstovan metir, at við at flyta nýggju turrdokkina 50 metrar burtur frá bygdini, verður ávirkanin av óljóði o.ø. ampum frá virkseminum minni enn í upprunaligu ætlanini. Umhvørvisstovan góðkennir tí, at  broytta ætlanin hjá P/F MEST at byggja nýggja turrdokk á Skála er fevnd av góðkenningini frá 27. september 2023, og at ikki er neyðugt við hoyring av nýggju umhvørvisárinsmetingini.

Góðkenningin er treytað av, at verkætlanin verður framd sum greitt er frá í umhvørvisárinsmetingini, dagfest 16. november 2023 og øðrum samskifti millum Umhvørvisstovuna og P/F MEST.

Umframt hesa góðkenning skal virksemið hjá P/F MEST á Skála hava umhvørvisgóðkenning sambært kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Í umhvørvisgóðkenningini verða settar treytir til virksemið, eitt nú um spillivatn, óljóð, ljós, um skráseting, innaneftirlit o.a.

Góðkenningarskrivið frá 20. desember 2023 sæst her

Almenna kunngerðin við kæruvegleiðing sæst her

Umhvørvisárinsmetingin frá 16. november 2023 sæst her

.

Niðanfyri er góðkenningin, sum varð givin tann 27. september 2023, og árinsmetingin

Góðkenningarskrivið frá 27. september 2023 sæst her

Umhvørvisárinsmetingin frá 30. juni 2023 sæst her

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: Umhvørvisstovan

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Kommentare


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page