Merkið er í dag vundið í húnar hátt í Washington DC
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington
Sendistova Føroya í Washington D.C. er latin upp og farin undir sítt virkisemi, og Merkið er í dag vundið í húnar hátt uttan fyri House of Sweden, har Sendistova Føroya húsast saman við øðrum sendistovum.
- Samstarvið við USA hevur høga ragfesting fyri landsstýrið, og stovnsetanin av Sendistovu Føroya í Washington D.C. endurspeglar greiða ynskið at styrkja bondini landanna millum enn meir,” sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal.
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington.
Samskiftisupplýsingar hjá sendistovuni í Washington D.C. eru:
Bjørn Kunoy
Tel. +298 556129
Representation of the Faroe Islands in Washington D.C.
2900 St NW – DC 20007washington@mfa.fo
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: UVMR
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #UMMR #sendistova
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #UMMR #sendistova
Commentaires