MEININGAR | Vit mugu styrkja mótstøðuføri á fjarskiftisøkinum
Broytt trygdarpolitisk viðurskifti gera tað neyðugt ansa betri eftir okkara kritiska infrakervi - serliga á fjarskiftisøkinum. Hetta var millum annað tað, sum eg legði dent á, tá eg setti ráðstevnuna hjá European Subsea Cables Association, sum hevur sín 62. fund í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
(Mynd 📸 Bjarni K. Petersen)
Vit hava eitt samskiftisnet á høgum stigi, sum er ført fyri at handfara nútíðar krøv frá okkara vinnulívi og samfelagnum yvirhøvur. Men hetta samskiftisnetið dúvar uppá sjóðkaðalar sum binda okkum til heimin. Tí okkara net er eisini viðbrekið.
Órógv yvir longri ella styttri tíðarskeið á okkara talgilda infrakervið kann elva til ómetaliga stóran skaða á okkara búskap og lívsneyðugar samfelagsfunktiónir.
Tí eiga vit at arbeiða fyri lógar- og regluverk sum kann tryggja verju og trygd av slíkum undirstøðukervi. Eisini eiga vit at arbeiða fyri at altjóða samfelagið kann koma til eina semju um at friða slíkt undirstøðukervi í altjóða stríðsmálum,
Harafturat eiga vit í Føroyum at samstarva við okkara grannalond og okkara sameindu í NATO um at betra um samlaðu sjókaðlatrygdina.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Bjarni K. Petersen
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments