top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MEININGAR | Uttanlandsfrádráttur og vit útisiglarar

Ein løgin retorikkur, sum okkara landstýri førir framm. Eg eri eitt sindur skelkaður, meira eg ordiliga hugsi um hetta. Hvat er meiningin? 


Mynd 📸 frá vp.fo)

Ein løgin retorikkur, sum okkara landstýri førir framm. Eg eri eitt sindur skelkaður, meira eg ordiliga hugsi um hetta. Hvat er meiningin? 


Vit sum sigla uttanlands og fiskimenn annars, eru í fer við at verða sett í eitt ringt ljós, milt sagt. Tað er næstan soleiðis at man aftrar seg við at siga at man arbeiðir uttanlands – Frá at verða eitt sindur errin av at arbeiða uttanlands, brúka sína útbúgving, kappast og mennast uttanlands, draga pening og vitan heim á klettarnar, so er kenslan blanda, eg eri eitt sindur foyur, ella hálvavegna flovur um at siga frá at, eg valdi at fara uttanlands at arbeiða.


Hvat skulu vit gera ?


Hevði tað ikki verði tí at vit øll, sum arbeiða uttanlands vita hvussu hetta hongur saman, so hevði man kanska funni uppá, at sagt sítt starv upp og komi heim, av berum solidariteti og ringari samvitsku. Vit verða, við løgnum orðingum, biðin um at koma heim at arbeiða. Tí nú er nokk av arbeiði heima og útisiglara hava vit fingið nokk av læ og goodwill, vit skulu nú skamma okkum, og koma heim!


Halda tit, erligt talt, at vit øll koma heim at arbeiða? Hvat skulu vit gera ?

Hví spyr ongin hvat tað er vit gera ? tað virkar fyri mær, sum eingin veit hvussu man upparbeiðir og mennir førleikar á sjónum, ella á tí maritima økinum. Ikki, sum retorikkurin er í øllumføri. Landsbankastjórin, segði í fullum álvara ein dagin, at vit órógvaðu arbeiðsmarknaðin í føroyum?


Tað tekur tíð at upparbeiða


Skulu vit brúka eini 12-15 ár uppá at fáa t.d. skipsførara pappírini. Pappír uppá at tú hevur førleikar at føra øll skip, hægstu nautisku pappírir, world wide! Síðan arbeiða upp ein ávísan ”pondus”, soleiðis at tú faktiskt sleppur at føra skipið, hetta kann taka fleiri ár.

Aftaná hetta, skulu vit nú koma heim at halda í einum hamara, fyri onkran arbeiðsgevara, sum ikki tímir at kappast. (Sigið fyri meg, tað er eingin arbeiðsgevari, sum ynskir mínar førleikar, sum hamara førari.)


Tað virkar, sum um summi fólk, heilt alvorligt, halda at tað ber til at fara av einum skipið, koma heim at arbeiða og tá tað minnkar við arbeiði heima, so fer man bara avstað aftur. Eru tað nógv fólk, sum halda at hetta ber til ? eg spyrji bara, tí fyri mær virkar tað, sum um fólk, serliga summir politikkara í fullum álvara halda at hetta ber til. Eg havi fleiri ferðir lofta míni egnu høku tá hon datt niður, aftaná slík almenn úttalisir.


Tað tekur tíð at upparbeiða eitt fast pláss á einum skipið, ella á einum og hvørjum arbeiðsplássi, tað er ikki nakað, sum man bara sløkkir og tendrar, alt eftir hvat ein útrokning sigur.


Eru vit orsøkin til tey lágløntu ikki fáa skattalætta ella er tað okkurt annað?


Retorikkurin er at vit mugu avreiða uttanlanda frádráttin, tí tey lágløntu skulu hava skattalætta. Er hetta rætt? Eru vit grundin til at landstýri ikki hevur ráð at geva skattalætta?

Hvat vit at minnka um útreitslurnar hjá landinum, er hetta ikki ein møguleiki? Eg hugsi t.d. um budgettering til almennar stovnar. Tað at man verður noyddur at brúka alt, sum er budgetterað í einum ári, tí annars fær stovnurin minni at rutta við til næsta ár. Soleiðis hevur verði í nógv ár og øll, sum arbeiða hjá tí almenna og politikkara, vita av hesum. Hví veðrur hetta ikki broytt. ?Eitt annað er rentustuðulin. Tað er ikki so langt síðan at rentan var minni enn null, men einki hendi við rentustuðlinum. Tí hann kostar ikki nakað allíkavæl, hví skulu vit so taka hann av. Tað virkar, sum um vit handla bara í seinasta eygablikki. Sløkkja eldar. Er rentustuðulin við til at dýrkað um húsini ?


Eg haldi at kanska vit skuldi tikið í egnan barm og sagt, sum er, at stýringin er ikki tann besta.


Næstan øll almenn arbeiði fara langt útum tað, sum er bugettera. Hví er tað so? tey privatu arbeiðini, sum verða sett í gongd fara ikki so langt av leið. (Bakkafrost t.d)


Tann reyði tráðurin og bestikk rokning


Vit mangla ein reyðan tráð at halda í. Hvat er strategiin ? hvussu skulu vit skipa inntøkur og útreitslur, hvat kunnu allir flokkar semjast um og hvussu kunnu vit arbeiða fram móti felags málum?


Vit hava í navigatión, eitt hugtak, sum eitur ”bestikk rokning”. Tú setur núverðandi positión í kortið, so siglur tú eina hóskandi løtu (minutt/tíma/vakt, an uppá hvar tú siglur), so setur tú aftur núverandi positión í kortið og so tað sama aftur. Tegna eina linju gjøgnum farnu positiónir og tú sær hvønn veg tú fert. Við at hyggja aftureftir, kanst tú rætta kósina frammeftir.


Hvussu sær út, um vit, sum land, hyggja aftureftir? Hvussu plagar tað at síggja út? eru uppgangstíðir viðvarandi ella hvussu? Eg veit, at vit øll vita, at meginparturin av okkara inntøkum til landið, kemur úr sjónum. Og vit øll vita at hetta broytist. Nú hava vit í nógv ár, havt broyting til tað betra. Og longri tað gongur uppeftir, styttri er til tað gongur niðureftur aftur. Hygg bara aftureftir. Rokna bestik.


Ein búskaparfrøðingur helt at allur tann eykapeningur vit vit fáa úr fiskiskapi og aling, skal setast í ein grunn – nakað tað sama, sum norðmenn hava við teirra oljugrunni. Nakar, sum hevur hugsa meira um hetta ?


Skulu vit kanska steðga á?Skulu vit ikki steðga á eitt sindur og kanska minka um øll arbeiðini, sum eru í gongd. Ella í øllumføri lata vera við at seta ov nógv almenn arbeiðir í gongd í senn. Fáa onkran javnvág millum tað almenna og tað privata – ber tað til? Fyri mær sær út til at vit bara koyra ”Full ahead” inntil vit rena á. Tað skuldi bori til at navigera seg burturúr hesum.


Eru vit klár, sum land, at taka ímóti tí næstu niðurgongdini?. Tað hava verði góðar tíðir nú í nógv ár, hvat hava vit lagt uppfyri? hevur okkara landsbanki, saman við búskaparfrøðingum og øðrum fíggjarsniðlingum, gjørt simuleringar av hvat hendir um vit t.d. missa 30-50% osv. av tí, sum kemur burturúr sjónum ?. Hvørji eru ”worst case scenaries”. Hyggja vit frammeftir ? hyggja vit langt frammeftir ?


Ofra hevur verði tosa um hvussu vit skulu sleppa undan hesum sveigginum, sum vit hava í okkara búskapi. Hvussu skulu vit gera fyri at javna eitt sindur út ?


Hvussu skilagott hevði tað verði at fingið øll, sum arbeiða uttanlanda heim at arbeiða, (sett meira ferð á) og so aftaná eitt, tvey ella trí ár, steðgar meginparturin av arbeiðinum upp.


Skulu vit bara fara avstað aftur?


Lærdómur


Eg havi lært nógv, síðan eg fyrstu fer fór til uttanlands at læra meg um kaving og offshore, fyri meira enn 30 árum síðan. Eg havi næstan bara arbeitt uttanlanda síðan. Afrika, Miðeystur, Fjareystur, Miðalhavið, Europa, Amerkia.


Hetta hevur verði ein lærurík og spennandi arbeiðsleið og eg heiti á øll, um at royna at arbeiða uttanlanda, far bara avstað!, royn tað, tit koma skjótt at leggja til merkis at tit klára tykkum minst líka væl, sum onnur, ella kanska betur onkuntíð.


Tit fara eisini at síggja at vit hava eitt heilt einastandandi land, serstaka mentan. Fátakaradømi og ríkidømi, verður sett í perspektiv. Vit hava eina sosiala skipan, sum kann betrast, men sum riggar nógv betur, enn nógva aðrastaðni. Vit hava eina skattaskipan, sum er einkul, samanborið við nógv onnur lond. Okkara kristna mentan er eisini serstak, vit eru góð við hvønn annan, sum oftast, og vit hava lítlan kriminalitet. Okkara land er eitt heilt fantastiskt stað. Hetta sær man sjálvandi best, um man fer útum landoddarnar ein túr.


Vit hoyra saman, vit hava okkara egna mál, sum bara eini 100.000 fólk tosa, hetta er eisini heilt fantastiskt. Eg havi tosa við nógv fólk, sum illa trúgva uppá at vit tosa eitt serstakt mál. Og nógv eru  fegin og halda seg verða heppin at sleppa at hitta onkran, sum býr í einum landið har tað bara búgva 50.000 fólk. 8 milliardir búgva á jørðini.


8.000.000.000/50.000 = 160.000 tað er ein hundra og trýs túsundapartur av fólkinum. So at hitta ein úr Føroyum, eru sum at vinna í lottaríðnum.


Tá eg greiði øðrum frá at vit hava Atlantic Airways, við nógvum beinleiðis ferðum til fleiri ymisk støð, fleiri sjúkrahús, undirsjóvartunlar, vegir, nymótans skip og bátar, eina stóra alifyritøku, universitet, skúlar, barnagarðar osv. Tá missa tey eisini høkuna viðhvørt.

Lat okkum byggja land saman. Vit eru øll føroyingar, eitt land langt úti í Norðuratlantshavi, saman eru vit sterk, sundur eru vit veik. Verið varin við at spjaða! Tann fyrsta og stórsta uppgávan hjá øllum politikkarum, má verða at samla okkara fólk. Minnist til at vit eru ikki so nógv.


Vit eru ein minitjóð, sum klára okkum serstakliga væl, bæði heima og úti í tí stóru verðini.


Gud hevur sanniliga vælsignað okkum. Set í perspektiv!


Kærar heilsur og við vón um ein lagaligari retorikk.


Eliesar N. Lydersen

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Eliesar N. Lydersen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page