top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MEININGAR | Rættartrygd? Hvat er tað?

Updated: Apr 19

Seinasta orðið er ikki sagt enn í málinum um Heilsutrygd og Antares.


- ikki bert vildi stovnurin og ráði ikki rætta mistøkini. Tey stinga, stutt sagt, høvdið í sandin og halda fram sum vant ...


(Mynd 📸 advent.fo)


Við lóg skal land byggjast. Soleiðis verður tikið til, bæði á føroyskum, donskum, norskum íslendskum og helst aðrastaðni við.


Vit eru so heppin at liva í einum frælsum samfelag, har demokrati, fólkaræði, valdar.


Vit hava eitt parlament, eitt lóggevandi vald, Føroya Løgting, sum ger lógir og síðan hava vit eina stjórn, Føroya Landsstýri, sum skal útinna hesar lógir. Og so hava vit eitt dømandi vald, eina rættarskipan, ið byrjar í kæruskipanini, Føroya Kærustovni og síðan eina rættarskipan. Her eru enntá tríggir instansir. Byretten, sum Føroya Rættur eitur í donsku rættarskipanini, og síðan landsrættin, har Eystari Landsrætur tekur sær av viðurskiftum í Føroyum. Og so, á tindinum, Hægstarætt.


Við øllum hesum instansum, tær tríggjar súlurnar í einum og hvørjum framkomnum rættarsamfelag, skuldi ein trúð at vit, sum búgva í Føroyum, eru so sera væl tryggja móti tilvildarligum atgerðum frá okkara myndugleikum. At øll eru líka fyri lógini, at allar lógir eru galdandi og skulu útinnast og at tá rættarskipanin hava avgjørt trætur er onki eftir at trætast um.


Tí hugsi tykkum at liva í einum samfelag, har útinnandi valdið bara kann velja og vraka lógir, sum lóggevandi valdið hevur samtykt og púra leggja vertin í dømandi valdið?


Einum slíkum samfelag vildi eingin av okkum liva í, ha?


Slíkt hendir bara í Ruslandi, í Afganistan, í Iran osfr. ha?


Men bíða nú. Er tað tað nú so so øgiliga gott hjá okkum? Kann tað henda at onkur almennur stovnur, undir einum ráð undir landsstýrinum, kann finna uppá at leggja vertin í hesa rættartrygdina, sum vit halda okkum hava? Er tað kanska so at her hjá okkum eisini er onkur, sum heldur at lóg eisini skal valdast?


Ja, tað er tað. Tí fyri stuttum fekk Heilsutrygd, ið er stovnur undir Heilsumálaráðnum, ið aftur er partur av útinnandi valdinum, Føroya Landsstýri, boð um at gevast við einari praksis, ið er ólóglig. Satt at siga fekk hesin almenni stovnur boð um ikki bert at gevast við síni ólógligu framferð. Hann fekk eisini boð um at rætta síni mistøk afturvirkandi og fleiri ár aftur.


So skuldu vit trúð at í okkara rættarsamfelag við øllum hesum vøldunum, ið skulu tryggja landsins borgarar móti lógarbrotum, beinanvegin tók sær betri partar fyri.


Men gakk. Ikki bert vildi stovnurin og ráði ikki rætta mistøkini. Tey vilja heldur ikki gevast at bróta lógina, sum tey annars hava fingið boð um frá dómsvaldinum. Tey stinga, stutt sagt, høvdið í sandin og halda fram sum vant.


Um vit onnur taka frá øðrum av órøttum, verður hetta kalla stuldur og kann meldast til løgregluna. Hvussu eitur tað so, tá ein almennur stovnur ger tað sama? Finst eitt annað heiti fyri tí? Ikki veit eg.


Tá man sum borgari stendur andlit til andlits við ein slíkan almennan stovn og eitt aðalráð ið beinleiðis drýtur í lógevandi valdi og dómsvaldið, hvat ger man tá? Eg veit ikki rættiliga.

Og júst tað er trupulleikin. Sum borgari veit man ikki hvat kann gerast, tí onki fordømi er fyri hesum. Ongin her á landi ella í nøkrum landið, sum vit tíma at samanbera okkum við, hevur uppliva hetta. Hetta er eitt eindømi í Føroyum og kann á tann hátt vera ein varði um eina ræðusøgu í Europiskari rættarsøgu.


Her nyttar onki at fara til kæruskipanina, tí ein hægri instansur enn hon hevur longu tikið avgerð. Løgtingsins Umboðsmann nyttar ikki at fara til, tí almenni stovnurin Heilsutrygd hevur longu víst at hann onki leggur í hendan tignarliga stovn, sum ongan myndugleika hevur.


So her er ein nýggj rættarsak kanska einasti møguleiki. Eitt peningaligt krav í Fútarættinum móti Heilsutrygd við kravi um úttøku í ognum hjá Heilsumálaráðnum.


Men av royndum vita vit at hetta tekur fleiri ár og hvør hevur orku til tað? Almenni stovnurin hevur. Hann kann bara bíða og drála til borgarin troyttast og fellur frá. Soleiðis hevur tað gingið higartil, tí hetta málið gongur nú á tólvta ári við dráli frá Heilsutrygd og Heilsumálaráðnum.


At málið ítøkiliga snyr seg um at Heilsutrygd er dømt til at viðganga at tað ikki kann krevja heilsutrygdargjald frá fólki, sum arbeiða í øðrum norðurlandi og eru umfata av sosialum skipanum har, er so áhugavert sum tað er.


Men tað er mín avgjørda fatan at hetta málið í nógv størri mun snýr seg um rættartrygdina í Føroyum og hjá Føroyingum og at Heilsutrygd og Heilsumálaráðið eru ein álvarslig hóttan móti henni.


Hvat halda tit?

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Dánjal Jákup Meinertsson

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page