MEININGAR | Hví rinda vit skatt?
Nú fer tað almenna at taka nógvan skatt frá alivinnuni. Orsøkirnar eru tvær. Onnur er, at alifeløgini tjena nógvan pening og skulu tí rinda sín part fyri at reka samfelagið. Hin orsøkin er at javnseta framleiðslumiðlarnar, so kappingin um arbeiðsmegi og kapital er á jøvnum føti við aðrar fyritøkur og aðrar vinnur.
(Mynd 📸 Hans Jákup Mikkelsen)
Nýggja uppskotið frá landsstýrinum hækkar skattin hjá alifyritøkum upp á 44% av inntøkuni. Tað er ein sera høgur skattur, tá hugsað verður um, at aðrar fyritøkur rinda vanligan partafelagsskatt á 18%. Skatturin, sum føroyska alivinnan rindar, er nógv tann hægsti í øllum heiminum, tá talan er um altjóða alivinnu.
Eg trúgvi neyvan, at nakar í alivinnuni hevur nakað ímóti at rinda skatt, tí alivinnan vil gjarna bera samfelagið saman við okkum, og alivinnan skal eisini rinda fyri sín framíhjárætt.
Men so er neyðugt, at alivinnan verður javnsett við aðrar vinnur á arbeiðsmarknaðinum. Her eru bólkar í Føroyum, sum ikki rinda skatt. Eg hugsi um teir røsku menn, sum sigla undir DIS, NIS, FAS og øðrum líknandi skipanum. Hesir rinda ongan skatt. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at hesir eisini vera javnsettir og fara at rinda skatt.
Í 2021 vóru 700 persónar í FAS. Lønin var 223 mió. kr. Í DIS vóru 358 persónar, og lønin var 155 mió. kr. Hesir persónar gjalda ongan skatt til samfelagið.
Fíggjarmálaráðið vil vera við, at allar serskattaskipanir í samfelagnum hava eitt virði omanfyri eina hálva milliard krónur, og tað metir eisini, at um allar hesar skipanir vóru avtiknar, høvdu 300 milliónir krónur meira komið í landskassan í skatti um ári. Hesin peningur kundi so verði brúktur til at givið láglønarbólkum ein skattalætta ella at lækka ovurhondsstóra skattin á alivinnuni, so hann kom á eitt rímiligt støði.
Um sjómenn verða lokkaðir inn í eina vinnu við skattalætta so sum DIS, NIS og FAS, lækkar livistøðið í Føroyum, tí skattalættin, sum veittur verður, verður útfluttur til teir altjóða reiðarar, sum føroyskir sjómenn arbeiða hjá, og tey viðskiftafólk, teir arbeiða fyri.
Vert er at nevna her, at A.P. Møller Mærsk hevði eitt yvirskot í 2022 á 200 milliardir krónur. Besta úrslit í danskari vinnulívssøgu. Skatturin, sum sjómenn við Mærsk skuldu goldið til føroyska samfelagið, fer sum stuðul til Mærsk.
Vit verða javnsett, um øll gjalda sama skatt fyri somu løn, óansæð hvør vinnan er. Tá fer arbeiðsmegin til verka, har hon skapar størsta virðið og harvið nøktar størsta tørvin, tí størsti tørvur okkara skal avgera, hvar hvør arbeiðir.
Vit hava ein asketiskan lívshátt í norðanlondum, har tað er ein dygd at arbeiða nógv og samtíðis liva lívsnoktandi og lítillátin. Hetta hevur verið við til at betra okkara lívskor, og kunnu vit skapa so stór virðir í dag, at vit kunnu ansa eftir hvørjum øðrum í einum stórum felagsskapi.
Tað hevur týdning, at vit sum arbeiða og skapa virðir samtíðis sláa ring um okkara minstu og hjálpa teimum, so tey eisini kunnu gleðast og kenna hitan.
Eg havi sjálvur verið sjúkur og kent, at eg var ein last fyri samfelagið. Tí eri eg takksamur fyri, at føroyingar hava sett miskunnsemi sum grundarstein undir samfelagnum. At eg fekk ókeypis hjálp, og eingin bað um nakað frá mær afturfyri.
Vælferðarsamfelagið hjálpti mær, og vit mugu ongantíð gloyma hesa uppgávu, sum vit hava yvirfyri øðrum. Vit skulu taka okkum av okkara minstu – teimum, sum líða, eru sjúk ella fátæk – har vit hjálpa teimum minstu við at gjalda skatt.
Øll sum detta niður ímillum skulu tey vælbjargaðu hjálpa við gleði uttan at fáa nakað afturfyri. Vit skulu øll gjalda skatt soleiðis, at øll fáa sama møguleika at fáa sær útbúgving og fáa sjúkrahjálp ella ellishjálp. At vit øll eru við til at betra tær almennu tænasturnar, so tær nøkta okkara tørv best møguligt. Og at vit øll gjalda skatt við gleði.
Tað hevur týdning, at allir føroyingar fáa somu tænastu, soleiðis at tað verður so javnt fyri føroyingar at liva. Við tí verður samfelagið ein eind við einari og somu tilvitsku, ístaðin fyri at samfelagið verður býtt sundur í ymsar klassar. Rík sum fátøk skulu hava somu tænastu og kenna seg sum eina eind.
Fyri at megna at nøkta tørvin so væl hjá teimum minstu og annars øllum sum búgva í hesum landi er neyðugt, at so stór virðir sum gjørligt verða skapt. Lønin, sum arbeiðsmegin fær, og avkastið, sum arbeiðsgevarin fær, er tað, vit liva av. Tað tilsamans er okkara livistøði. Skal livistøðið hækka er neyðugt, at lønin til arbeiðsmegina og avkastið til arbeiðsgevaran hækka.
Fræls kapping um arbeiðsmegina viðførir júst hetta, tí hon beinir arbeiðsmegina har, lønin er hægst. Lønarhækkanin verður tá bygd á, at produktiviteturin hækkar, og tí hevur arbeiðsgevarin ráð at gjalda eina lønarhækkan samtíðis við, at avkastið til hann verður størri.
Fyri at fræls kapping skal vera um arbeiðsmegina er neyðugt, at skattaskipanin er eins fyri allar vinnur. Tað er gott fyri samfelagið, um lønin er høg. Tað merkir, at arbeiðsplássið, har viðkomandi arbeiðir, er produktivt og skapar stór virðir, tí annars hevði tað ikki verið rúm fyri høgu lønini. Mangir av sjómonnunum undir Føroyum – serliga við uppisjóvarflotanum – tjena nógv, og er tað gott. Hesir persónar rinda eisini nógvan skatt, og er tað eisini gott.
Frælsi hins einstaka er tað dýrabarasta í hesum heimi. Tí skulu vit ansa eftir øllum, sum er við til at skerja tað. Vit skulu hava frælsi at gera júst tað, vit hava hug til, so leingi vit ikki skaða onnur. Tað, sum skal avgera, hvar tú arbeiðir, er hugur tín, førleiki tín og lønin, tú fært fyri avrik títt.
Um so verður, finnur arbeiðsmegin eitt arbeiðsbýti, har øll størv hava týdning, tí tey nøkta onkran stóran tørv, sum vit hava. Einki starv hevur størri týdning enn eitt annað.
Men um stuðul veittur verður, skeiklar politiski myndugleikin hetta arbeiðsbýtið, og frælsi verður skert. Tá stuðul einari vinnu givin verður, virðissetir politiski myndugleikin tey størvini hægri enn onnur. Hann heldur seg tá vita betri, hvat er best fyri hvønn einstaka borgara, enn borgarin veit sjálvur. Faðirligi trupulleikin er, at eingin hevur møguleika at vita hvønn tørv, hvør einstakur hevur.
Avgerandi er, at politiski myndugleikin ikki eggjar sjómanninum at fara til skips við skattalætta. Sjómaðurin skal fara til skips, tí hann hevur hug til tað, og tí hýran er góð.
Hetta er ikki eitt álop á teir røsku menn, sum arbeiða úti í heimi. Teir gera tað, teimum dámar, og at teir ikki rinda skatt í Føroyum, er ikki teirra avgerð. Hetta er heldur ein áheitan á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, sum kann broyta hetta bert við einum pennastroki.
Ein dupultskattaavtala merkir, at tú ikki skalt gjalda skatt tvær ferðir. Vit taka nøkur dømir, og vit siga einfalt, at í Føroyum rinda vit 40% í skatti. Um tú rindar 20% í skatti í tí landinum, har tú arbeiðir, skalt tú rinda 20% í Føroyum, soleiðis at tú rindar tað sama, sum ein landkrabbi í Føroyum ger. Um tú rindar 10%, skalt tú rinda 30% í Føroyum, og um tú siglur við DIS og einki rindar, skalt tú rinda 40% í Føroyum.
Fíggjarmálaráðið sigur, at um tú arbeiðir í einum øðrum landi, skalt tú ongan skatt rinda í Føroyum. Hetta er beinleiðis skeivt og órættvíst ímóti øllum teimum, sum rinda skatt.
Hetta kann landsstýriskvinnan í fíggjarmálum broyta í morgin bert við at skatta hesar persónar eftir muninum, sum teir høvdu havt goldið, um teir arbeiddu í Føroyum ella vóru við føroyskum fiskiskipi. DISarar kunnu skattast um landsstýriskvinnan strikar ískoytið til avtaluna millum Føroyar og Danmark í tvískattaavtaluni millum tey norðurlendsku londini.
Vit gjalda skatt til tann tørv, vit best nøkta í felag. Vit gjalda skatt, so onkur kann undirvísa børnum okkara í einum góðum skúla – so onkur kann hjálpa okkum, tá vit verða sjúk – so onkur kann lofta okkum, tá vit verða gomul. Sostatt fer meginparturin av skattinum til skúlaverkið, sjúkrahúsverkið og almannaverkið.
Sjómaðurin hevur eisini børn, sum ganga í skúla – sjómaðurin gerst eisini sjúkur og skal hava læknahjálp, og sjómaðurin verður eisini gamal og skal hava onkran at lofta sær tá.
Sostatt skal hann gjalda fyri at fáa hendan tørvin nøktaðan eins og landkrabbin ger. Sjómaðurin kann jú sum øll onnur enda sum ein av okkara minstu.
Við at gjalda skatt fáa allir borgarar so javnsettar møguleikar sum gjørligt. Bæði viðvíkjandi skúla og arbeiði – sjúkrarøkt og ellishjálp. Hetta gevur øllum borgarum størri frælsi at fara til verka at skapa virðir. Við hesum taka vit okkum eisini av okkara minstu, og verður samfelagið rættvísari.
Ein DISari, FASari ella ein, sum ikki rindar skatt, og sum lesur hesa grein, kann siga, at lógin er so, og tí rindar hann ikki skatt og kann einki gera við tað.
Jú tað er rætt, at lógin er so, men tú kanst gera nakað við tað.
Næstuferð tú fært løn, so kanst tú fara í bankan og heva 10% av lønini. Lat okkum siga, at tín mánaðarløn er 30.000 krónur, ja, so hevar tú 3.000 krónur.
Síðani hyggur tú omaneftir gøtuni, har tú býrt ella runt í bygdini, har tú býrt. Tú fært eyga á eini hús, har tú veitst, at tey ikki hava so nógv. Kanska børn tíni hava sagt tær, at børnini sum búgva har hava onga fartelefon, tí tey hava ikki ráð.
Ella kanska hesi somu børn koma heim til tín at vitja tíni børn. Og so sært tú, at tey ganga í skrøddum skóm, tí tey ikki hava ráð at keypa nýggjar.
Tá kanst tú fara á gátt hjá teimum og biðja húsbóndan og húsfrúnna koma út í durð. Tú gevur teimum peningin og biðjur tey keypa okkurt uppá børnini.
Tú biðjur tey halda tað loyniligt og ikki siga tað fyri nøkrun. Tey skulu ikki takka tær – ei heldur skulu tey steðga tær á gøtuni og prísa tær. Og minst til ikki at sóla tær í tíni gerð.
Síðani skalt tú venda tær í durðinum og fara heim. Tá hevur tú goldið tín skatt.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Eyp.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments