MEININGAR | Hevur Ruth borið seg rætt at?
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Embætisførslan hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í sambandi við broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum
Spurningar:
1. Metir løgmaður, at landsstýriskvinnan við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur hevur brotið § 41 í stýrisskipanarlógini?
2. Metir løgmaður, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur brotið § 54 í stýrisskipanarlógini, tá hon ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur varð sett í gildi?
3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at landsstýriskvinnan hækkar skattin munandi hjá ávísum bólkum uttan at spyrja Løgtingið?
Viðmerkingar: 6. desember 2024 setti undirritaði løgmanni ófráboðaðan spurning um heimildina hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, tá hon við kunngerð strikaði eina áseting í tvískattasáttmálanum millum norðurlendsku londini og hækkaði skattin munandi hjá fleiri løntakarum. Løgmaður boðaði frá, at hann fekk ikki svarað beinanvegin og bað um, at spurningurin varð settur skrivliga. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Við broytingini í nevndu kunngerð skulu føroyingar, sum hava uttanlandsinntøku, serliga fólk sum sigla við norskum skipum og arbeiða í Norra, rinda dupultan skatt. Tað vil siga rinda skatt í Norra og í Føroyum. Hetta kemur omaná, at samgongan hevur lækkað uttanlandsfrádráttin munandi og noktað hesum somu at draga NAV-folketrygd frá í skatti.
Sambært § 41 í stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Tí verður spurt, um løgmaður metir, at landsstýriskvinnan hevur brotið § 41 í stýrisskipanarlógini, tá hon uttan um Løgtingið við kunngerð hækkaði skattin hjá fleiri løntakarum.
Sambært § 54 í stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Fyri nógvar føroyskar familjur hevur avgerðin stóran negativan týdning, og norsk fakfeløg og norsk skipaeigarafeløg hava sent bæði føroysku og norsku stjórnini skriv við mótmæli, har spurnartekn verður sett við, um avgerðin og framferðin í Føroyum er í samsvari við tvískattasáttmálan, og tað er ikki óhugsandi, at norska stjórnin fer at reagera.
Tí verður eisini spurt, um landsstýriskvinnan ikki átti at ráðført seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, áðrenn ein so stór avgerð sum at broyta norðurlendska tvískattasáttmálan varð tikin og gjøgnumførd við eini kunngerð.
Viðmerkjast kann eisini, at í Danmark varð í 1999 gjørd sama broyting í norðurlendska tvískattasáttmálanum. Men tað varð lagt fyri Fólkatingið, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Eisini samtykti Fólkatingið tá, at um ein rindar sosial gjøld í tí landi, ein arbeiðir, t.d. norska NAV- folketrygd, so er ein undantikin skatt í Danmark. T.e., at persónur, sum býr í Danmark og arbeiðir í Norra, rindar einans norskan skatt og norsk sosial gjøld. Júst sum skipanin hevur verið í Føroyum til nú.
Á Løgtingi, 8. januar 2025 Jørgen Niclasen
(Mynd 📸 BFI)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Jørgen Niclasen
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires