top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

MEININGAR | Hava Føroyar heimsins hægsta skattatrýst?

Heimsins hægsta skattatrýst, bestu tíðir nakrantíð og landskassin manglar pengar

Bestu tíðir í Føroyum nakrantíð!

Hetta hevur verið at hoyrt nakrar ferðir seinastu árini. Met høgar kvotur, met høgir laksaprísir, met høg úrslit hjá vinnuni, met høgur fólkavøkstur, landskassin hevur lítla skuld, kommunur hava lítla skuld, húsarhaldini eru væl fyri, onki arbeiðsloysi, umframt at bankarnar eru væl fyri. Við slíkum fyritreytum skuldi man trúð, at landskassin hevði stórt avlop. Men so er ikki! Tá játtanar karmarnir fyri 2024 vórðu lagdir fram, kundi staðfestast, at landskassin hevur eitt framskrivað hall fyri 2024, á 150 mió. kr. Og í samrøðu við Dimmu sigur formaðurin í búskaparráðnum, Fróði Magnussen, at kemur ikki broyting í fíggjarstýringina hjá landskassanum, so hava vit framyvir ikki ráð til vælferðartænasturnar, sum vit hava í dag. Gjalda vit ov lítið í skatti? Soleiðis kann man spyrja, nú alt gongur so væl, samstundis sum landskassin manglar pengar fyri at fíggja vælferðina framyvir. Er tað tí, at vit gjalda ov lítið í skatti? Sambært Hagstovu Føroya, var skattatrýstið í Føroyum í 2021 ásett til 41,6%. Hetta er tað seinasta uppgjørda árið, vit hava. Skattatrýst verður roknað sum samlaður skattur og avgjøld í einum landi, og so verður hetta sett í mun til samlaðu framleiðsluna í einum landi, BTÚ. Í Føroyum hevur Hagstovan uppgjørt samlaðan skatt og avgjøld fyri 2021 til 9,54 mia. kr., og BTÚ var 22,95 mia. kr. Sostatt var skattatrýstið í 2021 41,6%. Um vit samanbera hetta við onnur lond, t.d. londini í OECD, so liggja vit á 9 plássi fyri lond við hægst skattatrýsti í heiminum. Eg havi roynt at hugt eftir, hvørjar skattainntøkur Hagstovan hevur við í sínum roknistykkið yvir skattatrýstið. Tað, sum Hagstovan hevur við, soleiðis sum eg dugi at lesa tað, er: Landsskattur, kommunuskattur, kirkjuskattur, partafelagsskattur, kapitalvinningsskattur, avgjald á eftirløn, forskatting av eftirløn, samhaldsfasti, barsilsgjald, heilsutrygd, vinnusjúkragrunnurin, ALS gjald, arvaavgjald, vegskattur, MVG, tollavgjald, punktavgjald, lønarhæddaravgjald, brennioljuavgjald, skrásetingargjald, ferðaavgjald, framleiðslugjald, gjøld til Akstovuna, gjøld til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, gjøld til Tryggingareftirlitið, gjøld til Fjarskiftiseftirlitið og gjøld til Skráseting Føroya, umframt Kringvarpsgjald. Týðandi gjøld ikki roknaði við Tilfeingisgjaldi frá ali- og fiskivinnuni er ikki roknað við sum skattur í uppgerðini hjá Hagstovuni, soleiðis sum eg lesi tað. Fyri 2021 vóru hesi gjøld 510 mió. kr. Tunnilsgjaldið fyri Eystur- og Sandoyar tunlar er heldur ikki roknað við í uppgerðina hjá Hagstovuni. Hesi vóru 140 mió. kr. fyri 2021. Tinglýsingargjald er heldur ikki roknað við, her er talan um 55,6 mió. kr. fyri 2021. Um tilfeingisgjøldini frá ali- og fiskivinnuni, umframt tunnilsgjald og tinglýsingargjald verða roknað við í uppgerðina, hækkar skatturin 706 mió. kr, sum svarar til, at skattatrýstið fyri 2021 hækkar frá 41,6% til 44,7%. Í samband við, at eg taki tilfeingisgjøldini við í uppgerðina, so havi eg kannað, um t.d. eykaskatturin á olju og vatnorku í Norra, verða roknað við í norska skattatrýstið. Her havi eg fingið váttað frá “Norsk Statistik”, at eykaskatturin á olju og vatnorku er við í skatta tølunum, sum Norra hevur fráboðað til OECD. Við omanfyri lýstu broytingunum, sum viðføra, at skattatrýstið í Føroyum hækkar til 44,7%, so koma vit á 3. pláss fyri lond við hægst skattatrýsti í heiminum fyri 2021. Danir rinda eisini skatt fyri Føroyar Í Føroyum er tað ikki bara føroyingar sum rinda skatt. Tað gera danir eisini. Í 2021 rindaði Danmark 1,2 mia. kr. til Føroya, sum verða brúktar til at fíggja almennar tænastur. Av hesum vóru 642 mió. kr. beinleiðis blokkstuðul umframt 540 mió. kr. sum Danmark rindaði fyri, pensjónir, ríkisumboði, landslæknan, verju, politi og dómsvald v.m. sambært Ríkisumboðnum. Um føroyskir skattaborgarar høvdu goldið hetta, hevði skattatrýstið í Føroyum verið 5,2% hægri. Verður hetta eisini roknað við í samlaða skattatrýstið í Føroyum, sum eg haldi gevur eina meira rættvísandi mynd, so hækkar skattatrýstið í Føroyum í 2021 til 49,8%. Við hesum broytingum koma vit uppá 1. pláss fyri lond við hægst skattatrýsti í heiminum, og fara framvið Danmark á 2. plássi, sum hevði skattatrýst í 2021 á 46,9%. Sostatt er skattatrýstið í Føroyum helst heimsins hægsta. Er heimsins hægsta skattatrýst so nokk? Nei, tað er tað ikki. Nýggja samgongan hevur júst hækkað tilfeingisgjøldini til ali- og fiskivinnuna munandi. Eisini ætlar løgtingið í heyst at geva lønarlyft til almenn starvsfólk, og at stytta arbeiðsvikuna. Í hesum sambandi hevur Landstýriskvinnan gjørt greitt, at fígging skal finnast. Harumframt er ætlanin at gera ein suðuroyartunnil, ið kostar nógvar milliardir krónur. Hetta kemur at krevja sera nógva fígging. Við hesum kann staðfestast, at hóast vit hava bestu tíðir nakrantíð, so er tað ikki tí vit rinda ov lítið í skatti, at landskassin hevur hall, tí vit hava helst hægsta skattatrýst í heiminum. Og tað tykist ikki sum, at ætlanin framyvir er at halda aftur. Tvørturímóti tykist ætlanin verða at brúka enn meira, og at hetta skal fíggjast við enn fleiri skattum.

Henning Erhardsson Joensen Cand. merc. aud

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: R7.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page