top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEININGAR | Framtíðarætlanir fyri Tórshavnar Havn

Writer's picture: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Vit mugu raðfesta atgongd til landstreym og grønt brennievni komandi árini.

Maersk container ship

(Mynd 📸 Tjóðveldi)


Fyri kortum bleiv ein nýggj kostnaðarmeting gjørd fyri at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir. Hon vísti, at tað fer at kosta meira enn 300 mió. kr. at útbyggja Skansabryggjuna. Tórshavnar Havn hevur ikki fíggjarligt rásarúm til hesa íløgu, og tí frámælti havnameistarin at halda fram við verkætlanini, og málið bleiv tí lokað. Tað var eitt samt býráð, sum valdi at steðga málinum.


Skansabryggjan er fyri stuttum bygd út er nú 95.000 m2 størri. Tí er nóg mikið av plássi til verandi virksemi, sum er á havnalagnum í dag. Men vit eiga samstundis at betra um umstøðurnar hjá fyritøkunum, sum virka har.


Vinnufyritøkurnar, sum eru knýttar at Tórshavnar Havn, eftirspyrja eitt nú aðrar neyðugar íløgur.


Tørvur er á øðrum íløgum


Stóru farmaflutningsfyritøkurnar og fiskiskip, sum eru knýtt at Tórshavnar havn, hava eisini eitt greitt ynski um at fáa møguleikan at nýta landstreym, tá skipini liggja við bryggju. Komandi tíðina skulu vit tí finna bestu landstreymsloysnirnar fyri Tórshavnar kommunu og seta tær í verk.


Fiskiskipini, sum leggja at við Vestaru bryggju hava møguleika at brúka nakað av landstreymi. Tað er neyðugt at betra um umstøðurnar har, so tað verður høgligari at nýta landstreym.


Tað er eisini neyðugt at havnaøkið á Oyrareingjum verður planerað og gjørt liðugt. Tað er umráðandi, at vinnufyritøkurnar hava góðar umstøður á øllum havnaøkjum í Tórshavnar kommunu.


Tórshavnar kommuna skal brynja seg til framtíðina


Vit mugu raðfesta atgongd til landstreym og grønt brennievni komandi árini. Tað sigla summi skip við grønum brennievni í dag, og í Føroyum verða skip bygd, sum eru klár at leggja um til grønt brennievni, tá umstøður innan framleiðslu og bunkring eru góðar. Tórshavnar kommuna eigur at vera við í hesi menningini saman við vinnuni.


Vit skulu gera eina ætlan fyri verandi havnaøki í Tórshavnar kommunu, og hvussu hesi øki verða brúkt mest skynsamt til verandi og framtíðar virksemi.


Soleiðis brynja vit okkum til framtíðina, og soleiðis kann Tórshavnar kommuna framhaldandi mennast sum ein vinnukommuna.


Elsa Berg

Komandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu


SÌ INNSLAGIÐ VIÐ ELSU BERG, SUM ØRKYMLAR FÓLKAFLOKKIN Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Elsa Berg

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page