MEININGAR | Álvarsligi ágangurin heldur fram!
TAÐ TYKIST, SUM ÁLVARSLIGI ÁGANGURIN Á VINNUNA, SJÓFÓLKIÐ OG VERKAFÓLKIÐ Á LANDI HELDUR FRAM OG EYKAST!
Seinastu dagarnar, nú USA hevur fingið Donald J. Trump, aftur til forseta, at vesturheimurin livir í eini ræðslu: hvat fer at henda, nú hesum "óforútsigiligi" forsetin hevur sett út í kortið og longu hevur lagt sínar - mongu - ætlanir at fremja.
Hvat fer at henda, duga flestu fólk ikki til fulnar at siga og enn minni eg saman við flestu av mínum stívliga 50túsund samborgarum í okkara lítla landi!
HVÍ HESIN ÁGANGUR!
MEN, tá vit fara á okkara heimligu avmarkaðu klettar - FØROYAR - má sigast, at útmeldingarnar frá núsitandi landsstýri og fiskimálaráðharra, tykist ótryggleikin og "óforútsigiligheitin", at vera djúpt ræðandi og stendur ikki aftanfyri!
- At Hanus Hansen, ein av størstu vinnulívsmonnum okkara fer so greiðliga út, átti at sagt Føroya fólki nóg mikið og tann sum ikki ræðist útviklingin í ætlanum hjá fiskimálaráðharranum, hevur dirvi uttan veruleika!
Tað harmar meg at siga, at spruningurin er, um vit ikki eiga at ræðast meira - væl meira - áhaldandi átøkini og ætlanirnar hjá okkara landsstýri og fiskimálaráðharra ímóti vinnuni, sjófólkinum og verkafólkum á landi!
Eg ræðist hetta meira og síggi við dyggari óttan og ikki minst, tey, sum hava sítt dagliga livibreyð í hesum størvum! - Vit hava sæð, at tá vinnan fer út á hendan hátt, er veruleiki aftanfyri!
Hví ikki lata tað verða, sum virkar!
Fyri okkum, sum liva tætt upp at vinnuni, fer hetta at verða ein størri hóttan - lutfalalisga - enn Donald J. Trump, forseti fyri vesturheimin!
Veit, at hetta er ein syrgiligur morgunlestur, men ein veruleiki!
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Jógvan við Keldu
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments