BLUE FAROE ISLANDS | "Ein pallur hjá føroysku sjóvinnuni". Grein úr 'Maskinmeistarin' nr. 16
Updated: Mar 31, 2022
Blue Faroe Islands er eitt lutfalsliga nýtt felag, sum vil vera jaligt, upplyftandi og kunnandi fyri føroysku sjóvinnuna. Tað sigur stjórin í felagnum, Ólavur í Geil. Maskinmeistarafelagið stuðlar Blue Faroe Islands
Tekstur: Grækaris Djurhuus Magnussen – PRESS
Myndir: Blue Faroe Islands
Seinastu tíðina hava vit við jøvnum millumbilum sæð sjónvarpssamrøður á millum annað facebook, sum Ólavur í Geil, stjóri í Blue Faroe Islands, hevur gjørt. Samrøðurnar eru gjørdar við ymisk umboð fyri føroysk sjóvinnuna.
(Mynd 📸 Ólavur í Geil, samskipari/stjóri)
Júst hetta við sjónvarpssamrøðum eru lunnarnir undir fyritøkuni. Umframt samrøðurnar skriva tey onkra grein, haraftrat brúka tey Teyggjuna og hava leinkjur til aðrar greinar.
Á heimasíðuni verður millum annað sagt, at “...endamálið við BFI (Blue Faroe Island) er at kunna um mál, ið hoyra sjóvinnuni til. Blue Faroe Island gevur aktørunum ein beinleiðis pall at deila og finna kunning, sum er relevant fyri vinnuna í Føroyum. Blue Faroe Islands varpar ljós á útbúgvingar, skeið, størv og feløg innan sjóvinnuna. Vit knýta aktørar saman gjøgnum átakið við tiltøkum, so sum Sjóvinnuforum og á netinum.”
Spurdur um, hvussu tú verður eitt jaligt og upplyftandi málgagn, sigur Ólavur í Geil:
– Vit hava ikki kritiskan journalistikk, vit fara ikki at sneyta í nøkrum, og øll sleppa framat. Tað verður ikki okkara uppgáva at sneyta í ymiskum viðurskiftum. Vit vilja fegin vísa á breiddina í sjóvinnuni, og hvat sjóvinnan hevur at bjóða, sigur Ólavur í Geil.
Lítið gjørt við shipping
Hóast tey ikki ætla at gera kritiskan journalistikk í Blue Faroe Islands, so eru onkur viðurskifti, tey undrast á.
- Til dømis undrar tað okkum, at tað almenna vísir so lítlan áhuga fyri shipping-vinnuni. Her eru ógvuliga stórir møguleikar, men hon sær ikki út at hava nakran politiskan áhuga. Á einum Sjóvinnuforumi í 2020 var ein varin meting hjá Hans Ellefsen, búskaparfrøðingi og PhD á Fróðskaparsetri Føroya, at triðstørsta vinnan í Føroyum er shippingvinnan. Tí kann tað undra, at almennu myndugleikarnir ongan áhuga vísa fyri hesi vinnu, sigur Ólavur í Geil.
(Mynd 📸 Michael Shemesh, marknaðarføring, fyrisiting og samskipari)
Í løtuni er evnið eisini shipping, sum BFI koyir við á heimasíðuni. Her verður hugt at avbjóðingum hjá vinnuni, útbúgvingum og útbúgvingarmøguleikum og líknandi. Hann vísir á, at vit í Føroyum ikki hava so mikið sum eina shippingútbúgving. – Og so halda vit, at almenna pappírsveldið er ov stórt. Vit mugu hava færri samfelagsfrøðingar og færri búskaparfrøðingar í allmennu fyrisitingini. Tað er nógv størri tørvur á teimum í privatu vinnuni, tí tað er tørvur á teimum, tað er ikki har, vit eru, sigur Ólavur í Geil.
Eitt evnið, BFI ætlar sær undir nakað skjótt, er umstillingin hjá skipaflotanum til grøna orku.
(Mynd 📸 Eva Andrésen, samskipari)
Stórur áhugi
At reka eina heimasíðu og eitt felag sum Blue Faroe Islands kostar pening. Higartil eru tað føroysk feløg, sum hava stuðlað við peningi, og lýsingar fíggja eisini ein part. Men nú byrjar áhugin eisini at koma úr útlondum. Onkur fyrispurningur er komin úr Bretlandi, um tað ikki er ein møguleiki at skriva heimasíðuna á enskum eisini. – Og áhugin fyri at lýsa hjá okkum veksur, bæði her heima í Føroyum og uttanlands, sigur Ólavur í Geil, stjóri á Blue Faroe Islands.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maskinmeistarafelagið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments