top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Samstarva fegin við arbeiðsgevarar

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ynskir eins og stjórin í FAG at fáa eitt veruligt kjak í lag um samráðingarskipan og yvirskipaðar karmar á arbeiðsmarknaðinum. Størstan týdning hevur tað, at fáa staðfest ein greiðan skilnað ímillum arbeiði og frítíð, heldur hann. Formaðurin heldur tað eisini vera ein veikleika, at føroysku fakfeløgini ikki eru skipað í meginfeløg. Hann tekur tó ikki undir við, at Semingsstovnurin skal hava fleiri heimildir at forða arbeiðssteðgum, og hann ávarar staðiliga ímóti kritikkleyst at royna at kopiera útlendskar loysnir.

(Video 🎥 Maskinmeistarafelagið)


- Skuldi eg fari at samráðst við arbeiðsgevararnar um yvirskipaðar karmar fyri okkara sáttmálaøki, so hevði ovasta málið í mínum bunka verið at fingið staðfest grundleggjandi arbeiðstíðarreglur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, har tað greitt verður skilt ímillum arbeiði og frítíð. Tí eg varð skelkaður, tá eg veruliga sá, hvussu arbeiði og frítíð eru vavd saman á okkara sáttmálaøki, og síðan havi eg funnið út av, at tað ikki bara er í okkara sáttmálum, at tað er soleiðis statt.


Soleiðis ljóðar beinleiðis reaksjónin hjá Arnfinni Bech, formanni í Maskinmeistarafelagnum, upp á tíðargrein, sum Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, hevur skrivað. Stjórin í FAG sóknast eftir einum kjaki um verandi samráðingarskipan á arbeiðsmarknaðinum og um, hvussu yvirskipaðu karmarnir fyri lønarvøkstri verða settir.


Arnfinn Bech fegnast um útspælið og heldur, at tað eru nógv yvirskipað viðurskifti, sum tað eigur at bera til at tingast og semjast um í friðartíð ímillum samráðingarnar.

Serliga heldur hann ógreiðu og ymisku arbeiðstíðarreglurnar vera ein grundleggjandi trupulleika, sum drúgva verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í heyst prógvar.


- Eg skilji ikki, hvussu tað nakrantíð kann mótroknast í lønarkarminum, at tú fært størri ræðisrætt yvir tíni egnu frítíð og verður kompenseraður, um tú verður kravdur til arbeiðis í frítíðini. Men tá roykurin hevði lagt seg eftir verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, kom fram, at tað júst vóru arbeiðstíðarreglur, sum høvdu verið tann stóri knúturin har. Síðan bleiv hurlivasi og ivamál um karmin, eftir at akademikararnir høvdu gjørt ein sáttmála við størri lønarvøkstri, tí arbeiðstíðarreglur eftir øllum at døma ikki vóru eitt evni í teimum samráðingunum.


- Gongdin í hasum báðum samráðingunum hevur bara gjørt tað meira týðuligt fyri mær, hvussu nógv lættari tað hevði verið at samráðst, um tað frammanundan var eitt felags forstáilsi av arbeiðstíð og frítíð. Tá kundu vit fingið nakrar meginreglur um hesi viðurskifti, sum høvdu gildi á øllum arbeiðsmarknaðinum, og har tað eitt nú var lagt upp fyri longd á arbeiðsviku, arbeiði í vaktarskipanum, forskotnum arbeiðstíðum, halgidøgum og øðrum, sigur hann.


Boðskapir hjá FAG-stjóra

Tíðargreinin hjá Niels Winther stóð á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum 27. november og er endurgivin í øðrum miðlum. Stjórin í FAG samanfatar sjálvur grein sína í tríggjar høvuðsboðskapir: Í fyrsta lagi, at lønarvøksturin í tí almenna geiranum verður knýttur at lønarvøkstrinum í tí privata geiranum, í øðrum lagi, at fakfeløgini skipa seg í meginfelag at viðgera yvirskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum saman við arbeiðsgevarasíðuni, og í triðja lagi, at Semingsstovnurin fær fleiri amboð at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.

Øll tíðargreinin, ið ber spyrjandi yvirskriftina ”Riggar tann almenna samráðingarskipanin nóg væl?”, kann lesast her.


- Skal eg svara yvirskriftini á tíðargreinini, so er svarið nei. Samráðingarskipanin riggar als ikki væl. Tann nógv umtalaði karmurin verður jú til í semjuni við tað fyrsta fakfelagið, sum sleppur fram at samráðingarborðinum. Arbeiðsgevararnir víkja síðan ikki ein tumma frá hesum karminum, so allar samráðingarnar aftaná snúgva seg bara um justeringar og okkurt bíligt pynt.


- Hetta er støðan, og tí ber eisini illa til at vera ósamdur við stjóran í FAG, tá hann ræður fakfeløgunum til at skipa seg í meginfeløg. Vit verða noydd at savna okkum í felagsskapir ella samstørv, sum eru nóg sterk at bjóða arbeiðsgevarunum av í spurningum um til dømis lønarkarmin. Men sjálvandi ber til at samráðast um nógv yvirskipað viðurskifti í friðartíð, til dømis generellar arbeiðstíðarreglur, sjálvt um fakfeløgini ikki hava savnað seg í størri eindir, so tað má ikki blíva ein undaførsla fyri onki at gera, sigur Arnfinn Bech.

Krita vøllin av.


Maskinmeistarafelagið er sjálvt í samráðingum um sáttmálarnar við landið og kommunurnar, og Arnfinn Bech hevur ikki dult, at hann er ónøgdur við samráðingarleistin. Tí loftar hann fegin einum útspæli frá arbeiðsgevarasíðuni, sama um tað hesa ferð er komið frá privata partinum av arbeiðsmarknaðinum.


- Gaman í ber tónin hjá FAG-stjóranum brá av, at hann konsekvent heldur, at ófriður á arbeiðsmarknaðinum og verkføll í sambandi við sáttmálasamráðingar eru óynskt fyribrigdi, sum tað er alneyðugt forða fyri einhvønn prís. Eg haldi hinvegin, at orrustur, eisini harðar orrustur og verkføll av og á, hoyra til á einum arbeiðsmarknað við frælsum samráðingum.


- Men sjálvandi er tað ikki løgið, at boðskapir og argumentir hjá stjóranum í FAG eru litað av áhugamálunum hjá arbeiðsgevarunum. Har fyri er tað eitt konstruktivt útspæl, sum eg fegnist um, og sum vit eiga at taka í álvara.


- Fyri meg snýr tað seg grundleggjandi um, at fakfeløg og arbeiðsgevarar í felag krita vøllin av, sum vit síðan skulu stríðast á, tá vit hava sáttmálasamráðingar. Tað eiga vit at finna út av í friðartíð, sjálvt um har eisini verða nógvir truplir knútar at loysa, sigur Arnfinn Bech.


Kopiering nyttar ikki

Í tíðargreinini samanber stjórin í FAG dúgliga við danska arbeiðsmarknaðin og skipanir har, men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ávarar staðiliga ímóti at kopiera skipanir á øðrum arbeiðsmarknaðum og royna at trýsta tær inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.


- Tað er sjálvandi onki skeivt í at hyggja eftir, hvat tey gera aðrastaðni, men føroyski arbeiðsmarknaðurin er serstakur, og tað er als ikki vist, at ein skipan, sum riggar væl í Danmark, eisini riggar í Føroyum, sigur hann.


Stjórin í FAG heldur til dømis, at neyðugt er við einari skipan í Føroyum, sum líkist danska Reguleringsordningen, at forða fyri, at ófriður og lønartrýst á almenna arbeiðsmarknaðinum flyta seg yvir á privata arbeiðsmarknaðin og tískil skaða kappingarførið. Ein onnur grundgeving er, at tað almenna altíð er so langt afturúrsiglt við at endurnýggja sáttmálarnar, at samráðingarnar verða skeiklaðar – hetta hevði automatikkurin, sum er í einari skipan sum Reguleringsordningen, so kunna bøtt um, heldur hann.


Ivast í regulering

Arnfinn Bech ivast kortini í, um ein skipan sum Reguleringsordningen er so skilagóð í Føroyum.


- Tað ljóðar næstan, sum at automatikkurin í einari sovorðnari skipan skal koma í staðin fyri sáttmálasamráðingar, heldur enn at veruligi trupulleikin verður loystur. Orsøkin til, at tað almenna er so langt afturút við sínum sáttmálasamráðingum, er nevniliga, at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum ikki hevur nær námind ta orkuna, sum krevst at samráða teir nógvu sáttmálarnar upp á pláss. Og tað er ein politiskur raðfestingarspurningur. Trýstið á Lønardeildina minkar væl saktans eisini nakað, um tað eydnast at skipa fakfeløgini í meginfeløg.


- Reguleringsordningen kom annars í síni tíð í Danmark, tí tey vildu tryggja sær, at almennu lønirnar ikki gingu á odda at hála privatu lønirnar upp. Eg síggi ongan vanda fyri hesum í Føroyum, sigur Arnfinn Bech.

Hann er tó er samdur við stjóran í FAG um, at ein støðug búskapargongd eisini tænir løntakarunum best í longdini.


Lat Semingsstovnin vera

Í síni tíðargrein rør Niels Winther, stjóri í FAG, eisini fram undir, at Semingsstovnurin skal hava fleiri amboð at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Hesum tekur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ikki undir við; í hvussu er ikki, um nýggju amboðini skulu vera tey, sum FAG-stjórin tekur fram sum dømi, nevniliga víðari heimildir at knýta sáttmálar saman og útseta verkføll í longri tíð, enn reglurnar í Føroyum loyva í dag.


- Nú er tað ikki uttan orsøk, at fakfeløg illkenna sáttmálamótpartin fyri at brúka politisku skipanina sum avgerandi vápnið heldur enn at samráða seg til eina loysn. Soleiðis hevur tað verið við nógvum samráðingum tey seinastu 15-20 árini, og inntrivið í undantøkini hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum er feskasta dømið um hetta.


- Hinvegin haldi eg, at øll fakfeløgini hava stóra virðing fyri Semingsstovninum, men um hann skal hava fleiri heimildir at forpurra stríðsstig, heimildir sum bara hava til endamáls at trekkja tenn úr fakfeløgunum, so verður stovnurin eisini noyddur at brúka tær heimildirnar. Tað fer at forpesta samráðingarklimaið, og álitið á Semingsstovnin kann fara fyri skeytið, sigur Arnfinn Bech.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Maskinmeistarafelagið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page