MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Vit skulu hava meira aftur fyri okkara stóra samfelagsvirði.
Magni Gudmarsson Joensen, Norðskáli, maskinmeistari hjá Strandferðsluni og valevni til nevndina.
(Mynd 📸 MF.fo)
Vit skulu hava meira aftur fyri okkara stóra samfelagsvirði.
Magni Gudmarsson Joensen, Norðskáli, maskinmeistari hjá Strandferðsluni og valevni til nevndina.
Eg havi valt at stilla upp til nevndarvalið, tí at Maskinmeistarafelagið er í eini broytingartíð. Vit hava fingið nýggjan framfýsnan forðmann, og eg vil fegin geva mítt íkast í nevndina og soleiðis vera við til at bera felagið enn longur fram á leið.
Eg eri 40 ára gamal búðsitandi á Norðskála, giftur og eigi ein son.
Eg lærdi til el-innleggjara hja El-Service, og tók síðan maskinmeistaraútbúgvingina á Vinnuháskúlanum. Síðan fór eg at sigla hja Team Beredskab/Møkster, og síðstu árini havi eg verið hjá Strandferðsluni.
Eftir mínum tykki eru vit maskinmeistarar alt ov lítið úti um okkum og duga ov illa at krevja nakað aftur fyri tað, sum vit eru verdir. Hetta má broytast.
Vit hava eitt sera stórt virði í samfelagnum, og vit mugu stríðast meira fyri okkara rættindum.
Var tað ikki fyri maskinmeistarar, var eingin streymur, eingi skip silgdu, og eingi flakavirki koyrdu. Og eg kundi lagt nógv afturat hasi røðini – ja, maskinmeistarar eru næstan allastaðni, men kortini eru vit ein niðurraðfestur bólkur í samfelagnum.
Vit mugu vera meira úti um okkum og støðugt vísa á, at vit eru til, og hvussu virðismikil partur av samfelagnum vit eru.
Hesum vil eg fegin arbeiða fyri sum nevndarlimur í maskinmeistarafelagnum. Samanumtikið vil eg áhaldandi arbeiða fyri at betra korini hjá maskinmeistarum – ØLLUM maskinmeistarum, bæði á landi og sjógvi.
Fýra valevni eru til nevndina í Maskinmeistarafelagnum. Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen, hava sæti í nevndini og standa fyri vali. Afturat teimum stilla Magni G. Joensen og Pól Jákup Larsen upp.
Teir hava allir fingið møguleika at fáa eina presentasjónsgrein á heimasíðuna hjá Maskinmeistarafelagnum, og tí møguleikanum hava nýggju valevnini Magni G. Joensen og Pól Jákup Larsen tikið av.
(Mynd 📸 MF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments