top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Starvsfólk og nevnd í sorg


Starvsfólk og nevnd í Maskinmeistarafelagnum eru merkt av syndarligu vanlukkuni, sum hendi umborð á farmaskipinum Glyvursnesi beint eftir nýggjár.


Fremsta raðfesting hjá felagnum nú er at vera tøk og til reiðar at hjálpa og stuðla


Í Maskinmeistarafelagnum nívir sorgin eftir vanlukkuna umborð á Glyvursnesi hjá Smyril Line 2. januar. Fyrstimeistarin  lat lív í vanlukkuni, maskinstjórin varð illa løstaður, og ein triði maður fekk eisini skaða, tó ikki lívshættisligan.


- Fyrstimeistarin og maskinstjórin eru limir hjá okkum, so vit eru sjálvsagt ógvuliga skelkað av vanlukkuni. Fremst í sinni er sorgin um, at fyrstimeistarin lat lív í vanlukkuni, og tankar okkara eru hjá hansara kæru. Samstundis eru vit takksom fyri, at maskinstjórin ikki longur er í lívsvanda, og at tann triði maðurin ikki varð so illa løstaður. Enn er einasta raðfesting hjá okkum í sambandi við vanlukkuna at vera tøk og til reiðar at hjálpa og stuðla, um onkur av teimum avvarðandi hevur tørv á tí”, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum í stuttari viðmerking.



(Mynd 📸 mf.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: MF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page