top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Semja skal fáast um arbeiðstíðarreglur fyrst.

Semingsmaðurin hevur kravt, at ein nýsettur arbeiðsbólkur skal koma á mál við spurninginum um arbeiðstíðarreglur.

Hallur Andreassen, felagsálitisfólk fyri maskinmeistararnar hjá SEV, Gudmar Joensen, maskinmeistari og fyrrverandi álitisfólk, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, umboða Maskinmeistarafelagið í arbeiðsbólkinum, sum skal greina og greiða spurningin um arbeiðstíðarreglur


Semingsmaðurin hevur kravt, at ein nýsettur arbeiðsbólkur skal koma á mál við spurninginum um arbeiðstíðarreglur, áðrenn onnur krøv í sáttmálatrætuni millum Maskinmeistarafelagið og KAF yvirhøvur verða tikin upp


Seinnapartin í morgin, mánadagin, verður farið undir fyrsta stig í royndini hjá semingsmanninum at finna semju millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.


Tá verður nevniliga fyrsti fundurin í einum nýsettum arbeiðsbólki, sum eftir kravi frá Terja Seigurðsson, semingsmanni, skal greina og greiða spurninigin um arbeiðstíðarreglur, áðrenn onnur krøv hjá pørtunum yvirhøvur verða tikin upp.


Tað hevur allarhægstu raðfesting hjá Maskinmeistarafelagnum at fáa greiðar reglur um arbeiðstíð ásettar í sáttmálanum, og onnur krøv fylla lítið og onki hjá felagnum.

Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum fyri sáttmálapartarnar umframt semingsmannin ella ein av varðasemingsmonnunum.


Fyri Maskinmeistarafelagið sita Arnfinn Bech, formaður, Hallur Andreassen, felagsálitisfólk hjá maskinmeistarunum hjá SEV, og Gudmar Joensen, maskinmeistari á Sundsverkinum og fyrrverandi álitisfólk. Maskinmeistararnar hjá IRF hava ikki valt sær álitisfólk og eru tí ikki beinleiðis umboðað í arbeiðsbólkinum, men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vissar tó um, at teir eisini verða væl og virðiliga hoyrdir, áðrenn felagið ger nakra semju.


- Tað týdningarmesta nú er, at vit fáa eitt nøktandi úrslit og fáa knæsettar reglur um arbeiðstíð. Tað eigur at verða ein fyrimunur og sigur fyri báðar partar, tí leisturin fyri, hvussu til dømis vaktarskipanir av øllum slag verða skrúvaðar saman, fer at verða púra greiður og ásettur í sáttmálanum, so tað slepst undan ivamálum, sigur Arnfinn Bech.


Umboðini hjá Maskinmeistarafelagnum í arbeiðsbólkinum høvdu fyrireikandi fund fríggjadagin. Úr vinstru er tað Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Gudmar Joensen, maskinmeistari hjá SEV á Sundi og fyrrverandi álitisfólk, og Hallur Andreassen, felagsálitisfólk og vaktmeistari á Sundi 




Myndir: MF


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: mf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page