top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | MYNDIR - Gravgangur eftir kunning

Fundarhølið hjá Maskinmeistarafelagnum var á tremur seinnapartin, og tað verður tað væntandi eisini, tá næsti kunningarfundurin verður í morgin.




Maskinmeistarafelagið hevði í dag sín fyrsta kunningarfund fyri maskinmeistaranum, sum eru fevndir av sáttmálanum við KAF, og áhugin var stórur at hoyra, hvat stóri stríðsspurningurin snýr seg um. Formaðurin legði dent á, at tað ber ikki til at hava góðar vaktarskipanir uttan greiðar arbeiðstíðarreglur – og uttan tær, verður tað altíð maskinmeistarin, ið verður við skerdan lut


- Tit verða snýttir so ruddiliga við hesi sonevndu vaktarskipanini, sum í hvussu er SEV praktiserar, tí tey kunnu flyta tykkum runt sum spælibrikkar, akkurát sum tað passar teimum. Soleiðis hevur tað verið leingi, men tað skal ikki ganga longur. Tí hava vit sett hetta grótharða kravið um at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur í sáttmálan, reglur, sum fyrst og fremst seta greið mørk millum arbeiði og frítíð.


Tað var høvuðsboðskapurin hjá Arnfinni Bech, formanni í Maskinmeistarafelagnum, tá felagið seinnapartin hevði sín fyrsta kunningarfund fyri maskinmeistarum hjá SEV og IRF, eftir at Terje Sigurðsson, semingsmaður, í gjár gavst við sínum royndum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um ein nýggjan sáttmála at avloysa tann, sum gekk út fyri skjótt tveimum árum síðan,1. oktober 2022.

Semingsmaðurin staðfesti, at tað var ov langt ímillum partarnar, til at tað nyttaði nakað at halda fram við semingsroyndini.


Fundarhølið á tremur


Áhugin er stórur at frætta nærri um, hvat stóri stríðsspurningurin í sáttmálasamráðingunum í roynd og veru snýr seg um. Fundarhølið hjá Maskinmeistarafelagnum var á tremur seinnapartin, og tað verður tað væntandi eisini, tá næsti kunningarfundurin verður í morgin.

Stóri stríðsspurningurin í samráðingunum, sum nú eru slitnaðar, er kravið hjá Maskinmeistarafelagnum um at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur ásettar í sáttmálanum.


- Hetta hevur verið kardimálið hjá okkum allan vegin í hesum samráðingunum, og vit mugu finna semju um hetta, tí tað snýr seg bara um at fáa skipað viðurskifti á arbeiðsplássunum, sum sáttmálin fevnir um – eg skilji ikki, at nakar kann vera ímóti tí, segði Arnfinn Bech


Eitt kardinalmál


Og kravið stendur við, segði Arnfinn Bech avgjørdur, tí tað ber ikki til at umsita eina vaktarskipan uttan arbeiðstíðarreglur, um vissa skal vera fyri, at sáttmálin verður hildin.

- Hetta hevur verið kardimálið hjá okkum allan vegin í hesum samráðingunum, og vit mugu finna semju um hetta, tí tað snýr seg bara um at fáa skipað viðurskifti á arbeiðsplássunum, sum sáttmálin fevnir um – eg skilji ikki, at nakar kann vera ímóti tí, segði hann.


Í hinum Norðurlondunum eru nágreiniligar arbeiðstíðarreglur partur av grundarlagnum undir øllum sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum – annaðhvørt sum partur av sáttmála ella lógarásett.


Í morginsárið fer formaðurin í Maskinmeistarafelagnum at kunna maskinmeistararnar, sum starvast á elverkinum hjá SEV í Vági, og seinnapartin verður so aftur kunningarfundur í høvuðssætinum hjá Maskinmeistarafelagnum við Grønlandsvegin í Havn.














Myndir: MF


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: mf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page