MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Limafundur við limir ið sigla við Handilsskipum
Fundurin var skipaður í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar og vóru komandi sáttmálakrøv havd á lofti.
Í dag skipaði Maskinmeistarafelagið fyri kunningarfundi fyri Maskinmeistaranum, ið arbeiða á sáttmálaøkinum við Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Fundurin var skipaður í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar og vóru komandi sáttmálakrøv havd á lofti.
Formaðurin legði út við at bjóða vælkomin, síðani tók nevndarlimurin, ið varar av sáttmálaøkinum, Mortan S. Thomsen orðið.
Á fundinum vóru ymisk viðurskifti havd á lofti viðv. sáttmálanum við Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og var semja um at sáttmálin átti at dagførast soleiðis at sáttmálin var tíðarhóskandi.
Íkastið frá limum ið sigla við farmaskipum í Føroyskum sjóøkið var eitt gott íkast til tey krøv í nevndin ið Mortan S. Thomsen stendur á odda fyri.
Fundurin var so mikið góður at felagið ætlar at skipað fyri einum uppfylgjandi fundi í november 2024, soleiðis at limir ið ikki kundu møta á fundinum í dag, eisini fáa møguleikan fyri at gera sína ávirkan galdandi.
Semja var tó um at styrkin í øllum fakfelagsarbeiði liggur í limaskapi í felagnum og i hesum sambandi verður heitt á teir Maskinmeistarar ið ikki eru limir í felagnum, um at tekna seg sum lim
Limafundur
Næsti kunningarfundur fyri limir ið eru fevndir av sáttmálaøkinum verður uml. 21. november 2024. Nærri kunning kemur seinni hesum viðvíkjandi.
Myndir: MF
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments