top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt annað.

Fólk, ið eru partur av krepputilbúgvingini á skipi, skulu sum meginregla hava sama tjóðskap, tað er hoyra til sama flaggstat, sum skipið sjálvt. Tað var niðurstøðan og tilmælið á NMF-várfundinum í Svendborg.


(Mynd 📸 MF.fo)


Norðurlendski maskinmeistarafelagsskapurin, NMF (Nordiska Maskinbefälsföderationen), hevur havt sín várfund á Hotel Svendborg í Svendborg í Danmark, og millum nógvu evnini, ið blivu viðgjørd, endaði spurningurin um tilbúgvingartrupulleikar á skipum við tjóðskaparliga og málsliga blandaðum, fleirmæltum skipsmanningum við at gerast tað stóra kjakevnið á fundinum.


Niðurstøðan var, at málsligar og mentanarligar forðingar ikki mugu vera til hindurs fyri eini vælvirkandi krepputilbúgving, og tí mælir NMF staðiliga til, at yvirmenn og manning, ið hevur týðandi leiklutir í krepputilbúgvingini á skipi, sum meginregla skulu hava sama tjóðskap – flagg – sum skipið sjálvt.


Tað var finska maskinmeistarafelagið, ið tók málið upp, tí tey í Finnlandi uppliva, at støðugt meira spenta trygdarstøðan í økinum orsakað av Ukraina-krígnum og tjóðskaparliga og málsliga blandaðar skipsmanningar saman eru ein vaksandi avbjóðing fyri tilbúgvingarnar umborð á skipunum.


Sí videobrot:





Evnið var eisini í samljóði við høvuðsevnið í skránni fyri fundin. Tikið saman um undir yvirskriftini “Human competence is key for safe implementation of new technologies, environmental protection, health and security” (Menniskjaligir førleikar eru avgerandi fyri trygga implementering av nýggjari tøkni, umhvørvisvernd, heilsu og trygd) snúið tað seg um, hvussu altjóða lóggáva kann ávirkast ígjøgnum íverksetanina av henni, nationalt og internationalt.


Kjakast var eisini um fleiri aðrar fakligar spurningar á NMF-várfundinum, umframt at maskinmeistarafeløgini í teimum einstøku limalondunum kunnaðu um heimligu viðurskiftini.


(Mynd 📸 MF.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: mf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page