MASKINMEISTARAFELAGIÐ | El-installatørar í felagið?
Updated: Mar 22
Stendur tað til nevndina, skulu el-installatørar verða vælkomnir sum limir í Maskinmeistarafelagnum.
(Mynd 📸 mf.fo)
Lógarbroyting til viðgerðar á komandi aðalfundi 23. mars 2024.
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum hevur samtykt, at el-innstalatørar skulu kunnu gerast limir í felagnum. Í hesum sambandi verður skotið upp, at §4, stk. 4. í lógum felagsins verður broytt.
Núverandi § 4, stk. 1, er orðað soljóðandi:
“Stk. 1. Fyri at gerast virkin limur krevst, at umsøkjarin hevur staðið maskinmeistaraprógv ella maskinistprógv. Persónar við aðrari útbúgving, sum kann metast at vera innanfyri sama fakøki og sum starvast í maskintænastu, kunnu eisini gerast virknir limir.
Um ivi stingur seg upp um umsøkjari lúkar frammanfyri nevndu treytir, so tekur nevndin avgerð.”
Skotið verður upp at broyta § 4, stk. 1, soljóðandi:
“Stk. 1. Fyri at gerast virkin limur krevst, at umsøkjarin hevur staðið maskinmeistaraprógv, maskinistprógv ella El-innstalatørprógv. Persónar við aðrari útbúgving, sum kann metast at vera innanfyri sama fakøki og sum starvast í maskintænastu, kunnu eisini gerast virknir limir.
Um ivi stingur seg upp um umsøkjari lúkar frammanfyri nevndu treytir, so tekur nevndin avgerð.”
Sambært § 13, stk. 10, í lógum felagsins kunnu lógarbroytingar bert verða gjørdar á aðalfundi. Lógarbroyting skal fyri at fáa gildi, verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum.
Uppskot til lógarbroytingar skulu vera boðað limunum og skulu liggja frammi á skrivstovu felagsins í minsta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.
Nevndin
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maskinmeistarafelagið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments