MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Betri sáttmálar bæði í fiskivinnuni og FAS.
Betri sáttmálar bæði í fiskivinnuni og FAS.
Pól Jákup Larsen hevur fjølbroyttar royndir á sjónum, og tað er serliga har, at hann hevur síni hjartamál
Eg stilli upp til nevndina í Maskinmeistarafelagnum, tí eg fegin vil stríðast fyri nøkrum broytingum til tað betra á arbeiðsplássunum, og eg haldi eisini, at eg kann geva eitt gott íkast.
Eg eri 48 ár, búgvi á Kambsdali og eri føddur og uppvaksin í Fuglafirði.
Mín starvsleið hevur mest verið á sjónum, og tað er eisini har, eg havi míni hjartamál.
Eg vil fegin, at vit fáa bøtt viðurskiftini hjá einameistarum, serliga tá farið verður frá at hava fleiri maskinmeistarar til vaktfrítt (Mynd 📸 MF.fo)
maskinrúm við bara einum meistara. Har er tað rætt og rímiligt, at einameistarin fær ein part av spardu hýruni/prosentbýtinum í mun til, tá teir vóru fleiri. Ongar sáttmálaásetingar eru um hesi viðurskifti í dag.
Eisini liggur tað mær nógv uppá hjarta at fáa betri sáttmálar fyri maskinmeistararnar undir FAS. Eg havi sjálvur siglt í FAS í fleiri ár, og tí veit eg, at sáttmálaviðurskiftini hjá maskinmeistarunum har als ikki eru nøktandi.
Maskinmeistarafelagið kann eisini gera meira yvirhøvur fyri at hjálpa útisiglarum, eitt nú tá tað snýr seg um at greiða viðurskifti mótvegis myndugleikunum.
Um meg er í stuttum at siga, at eg altíð havi havt áhuga fyri tekniskum tingum og hevði tikið mín fyrsta motor sundur, tá eg var fimm ára gamal. Eg fekk motorin frá ommubeiggja mínum, sum arbeiddi á bedingini í Fuglafirði. Abbi mín Erling peikaði og legði mær lag á, hvussu eg skuldi taka hann sundur, tí, sum hann segði, so kláraði eg eisini at seta hann saman aftur. Tað gekk striltið, men saman aftur kom hann og eisini í gongd. Síðan hevur tøkni havt mín stóra áhuga.
Tá eg var liðugur í fólkaskúlanum, fór eg til skips sum avloysari við sonevndu kubatrolarunum. Síðan fór eg á SIT 1, men hálsaði um og fór í staðin á sjómansskúla á Svendborg Søfartsskole. Tað var í 1994, og vit vóru fleiri føroyingar har.
Ongi lærupláss vóru at fáa her heima tá, men so frætti eg um skipsmekanikaraútbúgvingina, og í 1995 byrjaði eg upp á hana í Esbjerg. Eg fekk lærupláss hjá Torm.
Eftir lærutíðina sigldi eg sum reperatørur við Torm Agnete á USA-Vesturafrika-farleiðini.
Aftaná fólkaskúlan fór eg til skips við kubatrolarnum sum avloysari síðani á SIT 1 , men eg valdi ístaðin at fára á sjómannskúla á Svendborg Søfartsskole í 1994, vit vóru fleiri føroyningar har.
Hetta var í 1994 og lærupláss vóru ikki át finna herheima tá so frætti eg um skipsmekanikara útbúgvingina og byrjaði uppá hana í Esbjeg í 1995, og fekk lærupláss hjá TORM.
Aftaná lærutiðina silgdi eg sum reperatørur við Torm Agnete á USA-Vestafrika lines.
Í skúlaferiunum, og tá eg ikki gekk í skúla, plagdi eg at arbeiða hjá KJ á Kambsdali.
Eg tók maskinistprógv í 2000. Síðan sigldi eg fyrst sum meistari við Trasti, men fór síðan út at sigla við Karen B hjá PEP Shipping.
Arbeiddi kjá KJ á Kambsdali í skúlaferiunum og tá eg ikki gekk í skúla
Tók maskinistprógv í 2000
Silgi síðani við Trasti sum meistari og fór síðani út at sigla hjá PEP Shipping við Karen B
Í 2005 fór eg sum fyrstimeistari við einari yacht, sum eitur Haida G. Hetta er eitt sera spennandi skip, bygt í 1929 við originalu Krupp-motorunum, sum vóru bygdir í Kiel í 1927-28. Eg var umborð har í 11 mánaðir og eina viku.
Í 2006 fekk fór eg út at sigla world wide hjá T Red sum einameistari við Thor Hawk (fyrrverandi Scan Hawk). Tað var ein sera spennandi tíð.
Í 2008 fekk eg bjóðað starv hjá Neptune Offshore. Eg var við til byggja ein trolara um til seismikkskip. Tað fekk navnið Scan Stigandi, seinni Neptune Naiad, og vit skutu seismikk í á leiðini við Kuba, Ekvador, og Peru í Meksikoflógvanum á meksikanskum og amerikanskum øki.
Í 2014 kom oljukreppan, og vit sigldu Neptune Naiad til Noregs, har hon bleiv løgd.
Meðan eg var við seismikkskipi, var eg aktivur at fylgja við í, hvat gekk fyri seg, og var millum annað á lønarsamráðingarskeiði hjá DNMF (Det norske maskinistforbund).
Eg sigldi síðan í nøkur ár hjá Frakt og Sand/Navigare, og nú eri eg við Rankanum hjá Varðanum. Vit eru í ferð við at seta skipið í stand og eru komnir langt við tí. Spennandi tíðir eru fyri framman, tí nýtt skip skal byggjast í staðin fyri Rankan.
Eg havi eisini ávísar royndir í nevndararbeiði, havi sitið í nevndini í Antares, har eg eisini havi verið næstformaður, og í løtuni eri eg varalimur í nevndini hjá Maskinmeistarafelagnum.
Fýra valevni eru til nevndina í Maskinmeistarafelagnum. Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen, hava sæti í nevndini og standa fyri vali. Afturat teimum stilla Magni G. Joensen og Pól Jákup Larsen upp.
Teir hava allir fingið møguleika at fáa eina presentasjónsgrein á heimasíðuna hjá Maskinmeistarafelagnum, og tí møguleikanum hava nýggju valevnini Magni G. Joensen og Pól Jákup Larsen tikið av.
(Mynd 📸 MF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments