top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Benjamin Hansen nývaldur í nevndina

Sjáldan um nakrantíð hevur uppmøtingin verið so stór á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum.




Aðalfundur hevur verið í Maskinmeistarafelagnum, og uppmøtingin var av tí besta nakrantíð. Í nevndina bleiv Regin M. Olsen afturvaldur, meðan Mortan S. Thomsen misti sín sess til Benjamin Hansen


Sjáldan um nakrantíð hevur uppmøtingin verið so stór á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum. Stívliga 70 limir høvdu teknað seg til veitsluna, og flestu teirra møttu á aðalfundinum. Aðalfundurin var á Hotel Hilton í Havn, har veitslan eisini verður hildin.


Aðalfundurin hesa ferð var skjótt avgreiddur, tí sera fáar viðmerkingar vóru til formansfrágreiðing og roknskap.


Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, legði fram formansfrágreiðing og roknskap


Sum altíð var nevndarvalið mest spennandi løtan, og her hendi ein útskifting í nevndini. Tað var Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, ið vann sessin frá Mortani S. Thomsen. Regin M. Olsen, ið eisini var uppá val, bleiv afturvaldur við flest atkvøðum av øllum.


Hann fekk 45 atkvøður, Benjamin Hansen fekk 40, Mortan S. Thomsen 26 og fjórða valevnið Ólavur J. Østerø fekk 24 atkvøður. Teir báðir Mortan S. Thomsen og Ólavur J. Østerø blivu síðan valdir sum tiltakslimir.









Formansfrágreiðing frá aðalfundinum er á leinkjuni niðanfyri:



(Mynd 📸 MF.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: mf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page