MASKINMEISTARAFELAGIÐ | 12 maskinmeistarar fingu prógv
Regin Meyer Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, helt røðu fyri nýútbúnu maskinmeistarunum, sum umframt at vera skemtilig sera væl lýsti týðandi leiklutin, sum maskinmeistarar hava fyri alt virksemi bæði á sjógvi og landi. Sonur Regin var eisini ein teirra, ið fekk prógv sum maskinmeistari.
Tað var hátíðardámur í Skálanum á Vinnuháskúlanum, sum var fullsettur av spentum og ernum avvarðandi, tá tilsamans 25 maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar fingu prógvini handað mikudagin.
Símun Poulsen, skúlastjóri, byrjaði løtuna við eini stuttari røðu, har hann millum annað hugleiddi um tey fyrstu fetini, føroyingar tóku fram ímóti at gerast tann fiskivinnutjóðin, vit eru í dag. Tey, helt hann, vórðu tikin, tá Christian Pløyen, amtmaður, í 1839 skipaði fyri eini ferð til Hetlands saman við føroyingum at kunna seg um, hvussu hetlendingar róku fiskiskap.
Eftir vælkomsrøðuna hjá skúlastjóranum sungu øll sangin ”Heldur akker títt”, áðrenn Signar í Homrum tók gittaran í hond og hugtók fólkið við nøkrum av sínum kendu songum. Og so var stundin komin, at prógvini skuldu handast. 12 av teimum 25 næmingunum, sum skúlastjórin kundi geva prógv í hondina hesa ferð, vóru maskinmeistarar:
Nýklaktu maskinmeistararnir: Búgvi Øster, Christian Christiansen, Esmundur Løwe Sørensen, Eyðbjørn Eiriksson, Jákup Hendrik Alberg, Jógvan Hendriksson Olsen, Kristian Martin Rasmussen, Martin Olsen, Martin Thorbergsson Johannesen, Mike Lið Gaardlykke og Poul Ingi Olsen
Virðislønir: 1. Martin Thorbergsson Johannesen, grindaknív frá SEV. 2. Jógvan Hendriksson Olsen, mátitól frá Maskinmeistarafelagnum. 3. Eyðbjørn Eiriksson, kikara frá Norðoya Sparikassa.
Ídnisvirðisløn: Jógvan Hendriksson Olsen, gáva frá Smyril Line.
Maskinmeistarafelagið lat virðislønina fyri næstbesta próvtal. Her handar Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Jógvani Hendriksson Olsen virðislønina – eitt mátitól
Eftir sjálva prógvhandanina var orðið frítt. Onkur umboð fyri fyritøkurnar, ið lata heiðursgávur, søgdu nøkur orð, og næmingarnir bóru fram takkarkvøðu til skúlan, lærararnar og onnur starvsfólk. Tey bæði fakfeløgini, Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, vóru sum altíð umboðað á røðaralistanum, og eisini Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, bar fram røðu.
Í ár var tað Regin Meyer Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, ið helt røðuna vegna felagið. Fyri hann var dagurin serligur við tað, at sonur hansara Poul Ingi Olsen var millum nýklaktu maskinmeistararnar.
Regin Meyer Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, dugir við sínum stilla og seigliga svínoyralyndi altíð væl at siga onkra skemtiliga søgu, og søgan um motorin umborð á Elini fekk láturin at runga í Skálanum
Hugfarsliga røðan hjá næstformanninum var soljóðandi:
“Góðu tit allir/øll ið fáa prógv her í dag, vit frá Maskinmeistarafelagnum ynskja tykkum hjartaliga til lukku. Tað gleðir okkum at síggja tykkum. Eisini fyri meg persónliga, so eri eg sera glaður og stoltur, tí eg eigi ein tykkara her í dag.
Lukkuynski fevna eisini um makar, børn, foreldur ommur, abbar og onnur sum standa tykkum nær.
Tað er altíð hugnaligt at vera til prógvhandan her á skúlanum. Tað er nakað heilt serligt, og hátíðardámur yvir einum slíkum degi, nú dagarnir eisini eru við at leingjast aftur.
Haldi meg kunna siga, at maskinmeistarar eru grundstamman í maskinrúminum á føroysku skipunum og runt allan heimin.
Eg fari at taka í orðini hjá Finni Johannesen sála, ið var maskinskúlalærari. Hann helt røðu til mína prógvhandan. Hann tók til, at tað verða størri motorar, tit framyvir kunnu passa, enn tann, ið stóð í Elini á sinni. Teir vóru á Suðurlandinum, høvdu fingi uppí, gott lag var á monnum, altíð spennandi at gera klárt at sigla heim. Byrurin var sera góður, øll segl sett fyri og full kraft á maskinuna. Teir vildu gera skjótt av at koma heim til síni kæru. Tá ið Elin kom inn á Vágsfjørð og seglføringin bleiv lækkað, funnu menn útav, at maskinan hevði staðið bakk allan vegin heim.
Tit hava lært nógv hesa tíðina, tit hava gingið her á skúlanum. Tað er tó týdningarmikið, at tit alla tíðina eru forvitnir og fylgja við, hvat hendir á tykkara øki. Menningin broytist so ómetaliga skjótt.
Nú á døgum eru øll nýmótans maskinrúm teldustýrd, har ið ein kann sita í einum góðum kontrollrúmi við einari mús og stýra so at siga allari útgerðini. Tað snýr seg ikki bara um høvuðsmotorarnir, ið dríva skipið fram, men eina ørgrynnu av nógvum teknikki, tað vil siga alt tað tekniska, ið er umborð á skipi.
Skulu vit taka samanum, kunnu vit siga, at ábyrgdarøkið er um alt skipið, arbeiðið er ikki avmarkað til maskinrúmið. Tit eru tann persónurin við flestu arbeiðsuppgávunum umborð. Hetta ger tykkum til leiðslupersónar og til lyklapersónar.
Men tað er ikki bara á sjónum, at tað er brúk fyri maskinmeistarum. Maskinur og framkomin tøkni eru allastaðni í dag, og gjøgnum árini eru maskinmeistarastørvini á landi vorðin støðugt fleiri, bæði hjá tí almenna og í privatu vinnuni. Flakavirki, uppsjóvarvirki, alifyritøkur, undirveitarar til hesar, ja ein rúgva av privatum fyritøkum av øllum handa slag, tær hava allar tað í felag, at tær kunnu onki framleiða og kunnu onki sum helst, um dugnaligir maskinmeistarar ikki eru til arbeiðis at tryggja, at hjólini mala.
Taka vit kommunurnar, so eiga tær brennistøðirnar, sum eisini eru bundnar av, at dugnaligir maskinmeistarar eru til arbeiðis. Og kommunurnar eiga eisini SEV, sum er krumtappurin í øllum samfelagnum. Vit vita skilið, tá streymurin hendinga ferð er burtur. Tað er ikki lukkuligt. Og at tað kortini hendir so sera sjáldan, tað kunnu vit bara takka dugnaligum maskinmeistarum fyri.
Eisini hjá fleiri av landsstovnunum, tað kann vera Landsverk, ella tað kann vera stovnar, har fólk býr, allastaðni eru tað maskinmeistarar, sum tryggja, at alt koyrir og riggar, sum tað skal. Eisini í sjúkrahúsverkinum, eru maskinmeistarar alneyðugir, skal nakað virksemi vera. Eg havi sjálvur arbeitt sum maskinmeistari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nógv ár.
Hyggja vit eitt sindur frameftir, mugu vit rokna við, at tørvurin á maskinmeistarum á landi fer at vaksa nógv, tí vit eru longu farin inn um gáttina til tað sonevnda grøna orkuskiftið. Eftir fáum árum er ætlanin, at øll orkunýtsla á landi verður elektrisk. Tað fer við vissu at krevja nógv fleiri fólk við tykkara førleikum, og eg eri vísur í, at maskinmeistarar eisini verða krumtappurin í grøna orkuskiftinum.
Føroyskir maskinmeistarar og maskinistar hava sum heild eitt gott umdømi. Bæði her heima og úti í verð. Teir eru persónar sum vekja álit, og tað er týdningarmikið at varðveita góða umdømið og leggja til eftir evnum.
Tit kunnu nú velja um tit skulu arbeiða á heimligum leiðum, ella fara longur út í heim, men við hesum møguleika fylgir ábyrgd við.
Útgangsstøði tykkara er sera gott. Tit kunna nú velja nógvar spennandi leiðir millum annað fiskivinnuna, handilsflotan, ella arbeiði á landi, har ið skarin av maskinmeistarum sum nevnt veksur skjótt.
Góðu prógvmóttakarar verið stoltir av faki tykkara, nú tit fara av skúlanum.
Eg vil enda við enn einaferð at ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku, góða eydnu frameftir, og Harrans signing á lívsleið tykkara.”
(Myndir 📸 MF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires