top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MÆRSK | Stjórin bankaði uppá í Tinganesi

Updated: Aug 31, 2021

Stjórin í Mærsk Supply Service á kurteisisvitjan hjá løgmanni og vinnuráðharra – og við onkrum góðum í viðførinum.

(Mynd 📸 Mærsk vitjan í Tinganesi. Fv. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Steen S. Karstensen, stjóri í Mærsk Supply Service og Kjartan Morh, kapteynur hjá Mærsk. Mynd: Jan Müller)


Tað er ikki á hvørjum degi, at oddafólk í víðagitna danska AP Møller samtakinum vitja í Føroyum. Men tað hendi so kortini nú um dagarnar, tá stjórin í eini av fyritøkunum í samtakinum, Steen Karstensen frá Mærsk Supply Service, fekk høvi at støkka inn á gólvið hjá ongum minni enn løgmanni, Bárði á Steig Nielsen og nýggja landsstýrismanninum í vinnumálum, Magnus Rasmussen. Hetta mundi eisini vera ein tann fyrsta útlendska vitjanin hjá honum, nú hann varð settur í henda týðandi sessin í landsstýrinum fyri stuttum.


(Mynd 📸 Ein vælupplagdur og nýkjósaður landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum vísir Mærsk stjóra røttu kósina til sjálvt hjartað í Tinganesi. Mynd Jan Müller)


(Mynd 📸Høvdingar hittast í Tinganesi, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Steen S. Karstensen, Mærsk-stjóri. Mynd Jan Müller)



Ørindini hjá danska sjóvinnustjóranum í Tinganesi vóru fyrst og fremst at siga tøkk fyri tað sera góða samstarvið, sum hevur verið millum Mærsk og føroyskar sjómenn gjøgnum mong mong ár. Hetta var eisini hansara fyrsta vitjan her.


Men umframt hesa, um man vil, kurteisisvitjan á landsins hægsta stað, so varð Mærskstjórin ikki tómhentur heldur. Hann hevði okkurt gott í viðførinum eisini. Hóast ikki nakað heilt ítøkiligt at føla uppá, so var hetta kortini ein góðbiti til Føroyar og føroyingar. Boðini vóru rætt og slætt, at dyrnar standa nú aftur opnar hjá føroyingum at søkja størv hjá Mærsk Supply Service. Boð eru rætt og slætt eftir nógv eftirspurdu og royndu føroysku arbeiðsmegini.


Hóast føroyingar í mong ártíggu hava tænt hjá hesi frægu donsku fyritøkuni, so settu fyrst lækkandi oljuprísurin og eftir tað korona kíla í. Bráddliga vóru føroyingar eins og onnur noyddir til at finna sær arbeiði aðrastaðni, tó at nógvir teirra kortini framhaldandi vóru til arbeiðis hjá fyritøkuni.


Men nú tað eftir øllum at døma er við at lýsna í eftir prísfall og korona, so gongur tað rætta vegin aftur eisini hjá fyritøku sum Mærsk Supply Service. Og nú mong av skipunum aftur hava fingið uppgávur, skulu tey mannast aftur, og her ikki minst við føroyingum.

Steen Karstensen, stjóri sigur við Oljuportalin, at hann fyrst og fremst er komin til Føroya fyri at takka teimum mongu føroyingunum, sum hava gjørt eitt so gott arbeiði hjá fyritøkuni. Og harnæst er hann eisini komin við boðunum um, at føroyingar eru vælkomnir at leita upp størv hjá fyritøkuni.


Hetta var sjálvandi góður musikkur í oyrunum hjá løgmanni og vinnuráðharranum, sum báðir fegnast um møguleikarnar hjá føroyskum sjómonnum at kunna manna skip á heimsins høvum.


(Mynd 📸 Kjartan Mohr. Teir 18 føroyingarnir, sum allir manna skip hjá Mærsk Supply Service og sum eru heima í løtuni. Tilsamans eru í dag meira enn 40 føroyingar við skipum hjá danska reiðaríinum. Her eru teir stæddir í kirkjuni í Kirkjubø)


Tað er greitt, at eitt sera stórt tal av føroyingum í dag manna útlendsk skip av øllum hugsandi slag og her ikki minst skip, sum hava tilknýti til olju- og gassvinnuna. Tað finnast eftir øllum at døma eingi skrásett tøl yvir, hvussu nógvir hesir eru í tali, men tøl millum 1000 og 1500 hava verið frammi. Men møguliga er talið minni. Hinvegin er greitt, at hesi størvini hava alstóran týdning fyri ikki bert tær einstøku familjurnar í Føroyum men fyri føroyska búskapin sum heild. Tí eru tað eisini góð tíðindi at fáa, at boð eru eftir føroyingum at manna skip í eitt nú danska flotanum.


Eftir at hava vitjað í Tinganesi legði Mærskstjórin saman við 18 føroyingum, sum í løtuni arbeiða hjá Mærsk Supply og teirra konum leiðina til Kirkjubøar. Oljan.fo hitti Steen Karstensen og tann samrøðan kemur á Oljuportalin ein av komandi døgunum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: Oljan.fo

Logo
Logo
Logo


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page