Mærsk bílagt 20 dupultbrennievnis skip
Fyrstu skipini verða latin í 2028, og tað seinasta verður latið í 2030.
(Mynd 📸 Mærsk)
Við bíleggingini av 20 ognaðum skipum til sín flota, fremur Mærsk flotaendurnýggjanarætlanina, sum varð kunngjørd í august í ár.
A.P. Møller - Mærsk hevur gjørt sáttmálar við tríggjar skipasmiðjur um tilsamans 20 farmaskip útgjørd við dupultbrennimotorum. Tilsamans hava skipini ein kapasitet uppá 300.000 TEU. Við hesum bíleggingum lúkar Mærsk ætlaðu nýbyggingar, sum vóru kunngjørdar í samband við ætlanirnar av endurnýggjan av flotanum í august 2024.
- Vit fegnast um at hava gjørt sáttmálar um 20 skip og harvið klárað útveganina av 300.000 TEU kapasiteti, sum fráboðað varð í august. Hesar bíleggingar eru ein partur av okkara áhaldandi flotaendurnýggjanarætlan og er í tráð við okkara lyfti um avkolsýring, tí øll skipini fara at hava dupultbrennievnismotorar við tí fyri eyga at reka tey við brennievni við lægri útláti, sigur Anda Kristesku, leiðari fyri leigu & nýbygging hjá Mærsk
Øll 20 skipini verða útgjørd við flótandi dupult-gass brennievnis framdriftsskipanum og eru ymisk í stødd frá 9.000 til 17.000 TEU.
- Vegna teirra ymisku støddir fara skipini at hava ymiskar og nógvar leiklutir og funktiónir innan okkara framtíðar netverk og geva okkum nógvan útsetingar fleksibilitet, tá tey koma inn í flotan. Tá skipini eru komin í vinnu, avloysa tey verandi kapasitet í okkara flota, sigur Anda Kristesku, Útleigan & Nýbygging hjá Mærsk
Fyrstu skipini verða latin í 2028, og tað seinasta verður latið í 2030.
Sum kunnað í dagføringin í flotanum í august varð boðað frá ætlanini um at leiga eina røð av metanol- og flótandi dupult-gass brennievnis skipum við tilsamans 500.000 TEU kapasiteti. Mærsk hevur nú gjørt hesar leigusáttmálar lidnar við fleiri veitarar. Tá ið hesi stigvíst setast í verk, koma leiguskipini í staðin fyri verandi kapasitet.
Fakta um nýbyggingarskipanir hjá Maersk av 20 skipum:
20 dupultbrennievnisskip bíløgd við einum samlaðum kapasiteti uppá 300.000 TEU
2x 9.000 TEU skip bíløgd hjá Yangzijiang skipasmiðjuni í Kina
12x 15.000 TEU skip (6 hjá Hanwha Ocean í Suðurkorea og 6 hjá New Times Skipasmiðjuni í Kina)
6x 17.000 TEU hjá skipum hjá Yangzijiang Skipasmiðjuni í Kina
Skipini verða útgjørd við flótandi dupult-gass brennievnis framdriftsskipanum
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Mærsk
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments