LM og MP Teknik stovnað nýtt felag saman - TACTUS
Farið verður eftir íslendska marknaðinum fyri fyrst.
Fyrr í ár varð TACTUS stovnað. Aftanfyri TACTUS standa tvey føroyskt feløg í Leif Mohr og MP Teknik, ið bæði hava við sær víðfevnda vitan og serfrøði innan aling frá stoltu føroysku vinnuni. Í fleiri ár hava Føroyar verið í oddinum innan aling, og við TACTUS ætla vit at halda fram við at byggja víðari á drúgvu royndirnar.
- TACTUS er stovnað við tí endamáli at røkka og tæna alivinnuni í Íslandi. Og við sterkum veitarum við á ferðini, trúgva vit, at TACTUS kann bjóða heildarloysnir og serfrøðiliga ráðgeving um vørur og tænastur, fyri at tryggja kundanum bestu loysnina, sigur nýggja felagði í fráboðan.
Andrias Joensen, er stjóri í Tactus,
Heimasíðan hjá TACTUS:
(Myndir 📸 Tactus)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: TACTUS
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi #MPTeknik #LM #leifmorh #TACTUS
Fylg LinkedIn #'s:
コメント