top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

LANDSSTÝRIÐ | 30 mió aftrat til SSL

Bæði kostnaðurin fyri at Smyril skal í dokk, og kostnaðurin av at leiða eitt avloysaraskip vera hægri enn hildið.

(Mynd 📸 Skip hjá Strandfaraskip landsins í Havn)

Strandfaraskip landsins skulu hava munandi meira pening næsta ár enn landstýrið metti, tá fíggjarlógin var løgd fram síðst í september.

Tað er greitt longu nú, hóast fíggjarlógin fyri komandi árið ikki er liðugt viðgjørd enn.

Jørgen Niclasen landstýrismaður í fíggjarmálum sigur, at tey hava sett í alt 30 mió krónur av til viðlíkahald, sum fevnir um bæði dokk og avloysaraskip, men bara parturin, at koyra Smyril í dokk, fer nú at kosta allar 30 mió.


Eisini er kostnaðurin av at leiga eitt avloysaraskip hækkaður munandi, og samanvið hækkandi oljuprísinum kann vera neyðugt at játta 30 mió kr aftrat til strandferðsluna komandi ár, um ikki onnur loysn verður funnin á avloysaraskipinum.


Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, so fer tað at kosta knappar 190 mió kr í nettoútreiðslum, at reka strandfaraskip landins í 2022.


Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen, sum var í tíðindunum við at trýsta HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page