TÍÐINDI | Landskassin fær helst minni í tøkugjalgaldi enn væntað
Updated: Sep 28, 2023
Framleiðslukostnaðurin verður ásettur 1. oktober, og tøkugjaldið verður lagað eftir honum
(Mynd 📸 KVF.fo)
Meira enn 400 milliónir krónur í tøkugjaldi. Tað er tað, sum landsstýrið væntar at fáa næsta ár. Men vandi er fyri, at tað verður nógv minni, nú tøkugjøldini skulu lagast eftir framleiðslukostnaðinum, sum verður ásettur hvørt hálvár.
Nýggi stigin, sum tøkugjaldið verður roknað eftir sambært galdandi lóg um tøkugjald, er ikki bara knýttur at altjóða miðal laksaprísinum, men eisini á muninum millum laksaprísin og framleiðslukostnaðin.
Tøkugjaldið verður sostatt sett eftir muninum millum framleiðslukostnaðin og laksaprísin.
Galdandi framleiðslukostnaður er 42 kronur og 22 oyru, og er roknaður við støði í ársroknskapartølum fyri 2022.
Framleiðslukostnaðurin hækkar
1. oktober verður nýggjur framleiðslukostnaður lýstur við kungerð, og tað kann fáa avgerandi týdning fyri, hvussu nógv kemur inn í tøkugjøldum, um framleiðslukostnaðurin fer nógv upp.
Nógv bendir á, at júst framleiðslukostnaðurin kann koppa ætlanini hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at fáa 400 milliónir, og harvið fáa avleiðingar fyri fíggjarlógina, sum verður borin í tingið í morgin og løgd fram fríggjadagin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vil ikki siga, hvat framleiðslukostnaðurin og harvið tøkugjaldið verður eftir 1. oktober, men kringvarpið hevur fingið váttað frá fleiri síðum, at framleiðslukostnaðurin hækkar munandi, og harvið minkar tøkugjaldið eisini munandi.
Eitt dømi um, hvussu tøkugjaldið verður ásett er, at er prísurin hægri ella tann sami sum framleiðslukostnaðurin, er gjaldið 2,5 prosent, um munurin ikki er meiri enn fimm krónur.
Er prísurin hægri enn ella tann sami sum framleiðslukostnaðurin pluss 5 kr., men minni enn framleiðslukostnaðurin pluss 15 kr., er gjaldið fimm prosent.
Uttanhýsis kostnaður
Við í framleiðslukostnaðin verða roknað millum annað, fóður, lønir og avskrivingar og sokallaðar "aðrir uttanhýsis kostnaðir".
Framleiðslukostnaðurin verður roknaður sum ein miðalkostnaður fyri framleitt kilo í allari alivinnuni.
Bakkafrost hevur 75 prosent av framleiðsluni, og framleiðslukostnaðurin hjá Bakkafrosti verður tí avgerand fyri, hvar støðið liggur.
Nýggi framleiðslukostnaðurin og tøkugjaldið í alivinnuni verða ásett 1. oktober
Fíggjarlógin verður løgd fyri tingið fríggjadagin, og tá fæst at vita, hvussu nógv landsstýrið væntar at fáa í tøkugjaldi frá alivinnuni næsta ár.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Opmerkingen