LANDNYRÐINGSLEIÐIN | Nýtt met í ár við einari framgongd upp á 1 millión tons
Við 34 milliónum tonsum setur Landnyrðingsleiðin nýtt met í ár við einari framgongd upp á 1 millión tons, hóast leiðin frysti fyrr í ár enn væntað.

Framgongdin seinastu fimm árini hevur verið 350 prosent. Tað er serliga natúrgassflutningur og flutningur av oljuúrdráttum, sum lyftir mongdirnar, men samstundis verður sagt, at økingin snýr seg í veruleikanum um øll vørusløg.
Russland hevur gjørt stórar íløgur í at gera Landnyrðingsleiðina til ein eyka flutningsveg millum Evropa og Asia. Íløgurnar eru gjørdar í ísbrótarar, nýggjar havnir og í eyka trygdartilbúgving. Russland hevur sett sær sum mál at koma upp á 80 milliónir tons av góðsi í 2024 og 110 milliónir tons í 2030.
Størsti parturin av skipum, sum fóru gjøgnum Landnyrðingsleiðina í 2021 vóru úr øðrum londum enn Russlandi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares / Maritimedanmark
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios