Laksaskattur | Føroyska loysnin verður ikki brúkt
Føroyski mátin er eitt sindur yvirromantiseraður, sigur stórtinglimurin Geir Pollestad, sum var í Føroyum og kannaði tøkugjaldið
(Mynd 📸 KVF)
Tað verður av ongum, at føroyski mátin at taka pengar frá alivinnuni verður brúktur í Noregi.
Stórtingið arbeiðir framvegis við uppskotinum um at skatta vinningin hjá alivinnuni.
Tinglimirnir, Geir Pollestad og Mona Nilsen, sum bæði eru í stjórnarflokkum, vóru í Føroyum herfyri og kannaðu, hvussu føroyskir politikarar gera, tá teir skulu leggja gjøld á alivinnuna.
Føroyska loysnin verður ikki brúkt
Men Geir Pollestad sigur við miðilin E24, at føroyska loysnin ikki verður brúkt í Noregi.
Norska alivinnan er sera ónøgd við uppskotið hjá stjórnini um laksaskatt. Hon hevur millum annað víst á føroyska mátan.
Men tann mátin er eitt sindur yvirromantiseraður, sigur Geir Pollestad.
Bæði hann og Mona Nilsen er meira sannførd um, at norska loysnin er tann rætta, eftir at tey vóru í Føroyum, skrivar E24.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare