KSS | Samstarvsavtala við norska ScaleAQ
Avtalan fevnir um goymslu av neyðugum eykalutum, og service á vørum hjá ScaleAQ.
Avtalan fevnir um goymslu av neyðugum eykalutum, og service á vørum hjá ScaleAQ.
- Við hesum samstarvinum styrkja vit okkara nærveru í Føroyum og geva kundum okkara økta trygd undir teimum krevjandi veðurumstøðunum, sum eru eyðkendar fyri økið, skrivar felagið.
KSS, er ein kendur og etableraður aktørur við 96 ára royndum innan sjóvinnu og alivinnu, sum hevur støð í Klaksvík. Felagið bjóðar eitt breitt úrval av tænastum, eitt nú motorservice, stálarbeiði og elektromekaniskar loysnir.
(Mynd ScaleAQ. Conor Foster, "Service Director Global" og Tor Henrik Haavik "Sales Director North Atlantic".)
Við umleið 70 starvsfólkum og gjøllari fatan av tørvinum og avbjóðingunum í økinum, metir ScaleAQ, at KSS er ein solidur samstarvsfelagi.
- Vit eru sera fegin um at samstarva við KSS um at styrkja okkara tænastuførleika í Føroyum. Hetta samstarvið fer at tryggja, at kundar okkara fáa skjótan og álítandi stuðul - sum er alneyðugur fyri at varðveita støðugan rakstur undir teimum avbjóðandi umstøðunum í økinum, siga Conor Foster, "Tænastustjóri Global" og Tor Henrik Haavik "Sølustjóri í Norðuratlantshavi" í ScaleAQ .
ScaleAQ hevur longu eina munandi mongd av útgerð í rakstri í Føroyum.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Kyst.no
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments