KSS | Metgott ár hjá Klaksvíkar Sleipistøð 📈🏗
Updated: Sep 2, 2021
Bæði topplinjan og botnlinjan settu met hjá partafelagnum Klaksvíkar Sleipistøð pf í fjør. Úrslitið gjørdist 5,8 mió kr. eftir skatt, ið ikki kann samanberast við úrslitið árið frammanundan, tá 748 tkr. lógu eftir á botnlinjuni til eigararnar.
(Mynd: Facebooksíðan hjá KSS Klaksvíkar Sleipistøð)
Eisini í mun til miðalúrslitið seinastu nógvu árini er talan um sera gott úrslit, tí seinastu 17 árini hevur miðalúrslitið hjá Klaksvíkar Sleipistøð verið 1,7 mió kr. At arbeiði er til fleiri hendur sæst aftur í lønartølunum. 27,5 mió kr. vórðu goldnar í lønum í fjør, tað er nærum 4 mió kr meira enn árið fyri. Fíggjarstøðan javnvigar við góðum 50 mió kr., harav eru stívliga 22 mió. kr. eginogn.
Grafur: Ársinsúrslit fyri KSS frá 2016 til 2020:
Frimodt Rasmussen er stjóri á KSS Klaksvíkar Sleipistøð
(Á myndini, Frimodt Rasmussen, KSS)
Kelda: VP
Leinkjur:
Comentarios