KSS | Kjølur handað KSS nýggjar traverskranar
Sum ein liður í alla tíðina at menna og dagføra smiðjuna á KSS, varð í morgun nýggj kranaskipan tikin í nýtslu í stóru høllini.
(Mynd 📸 KSS)
Talan er um tveir traverskranar, hvør við tveimum 20-tons spølum. Kranarnir kunnu koyra hvør sær ella synkront, og teir kunnu tilsamans lyfta upp til 80 tons. Hetta fer at lætta um gerandisdagin á KSS og gera okkum før fyri at átaka okkum enn fleiri spennandi uppgávur.
Tað er Kjølur, sum hevur selt kranan og sett hann upp.
(Mynd 📸 KSS)
(Mynd 📸 KSS)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KSS
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários