KLAKSVÍKAR SLEIPISTØÐ | Skrivað undir sáttmála við Faroe Origin
Klaksvíkar Sleipistøð hevur enn einaferð skrivað undir sáttmála við Faroe Origin um at umvæla øll fýra skipini hjá Faroe Origin.
Tað eru skipini Heykur, Falkur, Stelkur og Bakur, sum skulu umvælast. Talan er um 15 ára og 20 ára klassing av skipunum, og haraftrat skulu allir høvuðsmotorarnir yvirhálast, umframt ljósmotorarnir. Somuleiðis skal botnsýn eisini gerast. Ymiskt málaraarbeiði, mekaniskt arbeiði og el-arbeiði skal eisini gerast umborð.
KSS ger eitt skip í senn, og fyrsta skipið kemur fyrst í september. Arbeiðið verður væntandi liðugt í desember.
Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, fegnast um, at hesin sáttmálin er komin í hús, og er sera glaður um álitið frá Inga Hansen, útgerðarmanni hjá Faroe Origin. Seinast skipini vórðu høvuðsklassað var á KSS í 2017.
(Mynd 📸 KSS / Ingi Hansen og Frimodt Rasmussen)
Hóast hetta arbeiði krevur nógv av okkum, so hava vit eisini tíð og orku at røkja allar aðrar kundar, sum vit hava, og gera annað fyrifallandi arbeiði, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Klaksvíkar Sleipistøð
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
コメント