top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

KJ HYDRAULIK | Nýggja fatan av burðardygd

Updated: Jan 30, 2023

Soleiðis ljóðar tað á LinkedIn síðuni hjá KJ Hydraulik:

(Myndir 📸 KJ Hydraulik)


"Síðani vit komu við í Burðadygt Vinnulív, hava vit fingið eina púra nýggja fatan av, havt burðardygt merkir fyri okkum; betri fatan av teimum vansum og møguleikum, ið evni so sum veðurlagsbroytingar og tap av lívfrøðiligum margfeldi hevur at siga fyri okkara fyritøku.


Við fullum stuðli frá leiðsluni eru vit farin at byrja at innarbeiða burðardygt í okkara gerandisdag og framtíðarætlanir - nú í nógv størri mun enn áður. Vit hava veruliga ásannað týdningin av hesum hugsunarhátti, um hetta skal eydnast okkum øllum.


Vit settu okkum sum mál, at minkað um okkara Co2 útláti við 50% innan árslok 2030. Ein liður í hesum er, at okkara vinnubygningar á Kambsdali í 2022 skuldu hitast við grønum hitaskipanum. Arbeiðið gongur framá og longu í fyrsta ársfjóringi 2022 eru bygningarnir á kambsdali hitaðir við grønum hitaskipanum.


Fyrsta løðistøðin til el-blar er eisini uppsett. Eftir ætlan koma fleiri løðistøðir at vera uppsettar í nærmastu framtíð. Ætlanin er, at vit líðandi skifta út til el-bilar.


Síðani 2019 hava vit á okkara framleiðslu av aliringum endurnýtt 2.700 tons av PE-plastrør og 5.500 m2 falmingo til laksabúr. Eisini hava vit sent 1.360 tons av stáli og 362 tons av minni plasti til útlond til nýnýtslu til aðrar vørur."


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KJ HYDRAULIK

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page