JØRGEN NICLASEN | 32 milliónir til eitt suðuroyarskip afturat
Tá Jørgen Niclasen fríggjardagin legði samferðslupakkan fram fyri fjølmiðlar, vildi hann ikki siga, hvussu nógvar pengar eykaskipið til suðuroyarsiglingina fór at kosta at keypa.
(Mynd 📸 in . fo)
Landsstýrið var í eini samráðingarstøðu, og hann vildi ikki órógva ta gongdina.
Men sambært fíggjarlógaruppskotinum, so skal Løgtingið játta 32 milliónir til eitt suðuroyarskip afturat Smyrli.
Talan verður um eitt skip, sum kann taka ferðafólk og sigla sum avloysaraskip fyri Smyril, tá hann er í dokk, men sum annars bert skal røkja farmaflutning millum Suðuroy og Havnina fýra dagar um vikuna.
– Fyri at tryggja eina varandi og trygga loysn og loysa avbjóðingarnar mælir Strandferðslan til at skilja sundur vinnuligan og farmaflutning og ferðafólkaflutning. Hettya kann gerast við at keypa eitt brúkt farma- og ferðafólkafskip, sum eisini kann virka sum ferðafólkskip, tí ið tørvur er á tí, skrivar fíggjarnevndin í álitinum.
– Strandferðslan metir, at hóskandi skipa kann fáast til vegar til endamálið. Keypsprísurin er mettur at vera millum 26 og 28 milliónirkrónur, men við neyðugum tillagingum fer at hetta at kosta 32 milliónir krónur, skrivar fíggjarnevndin, sum tí sigur, at játtaðar verða 32 milliónir krónur til endamálið.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: in . fo
Facebook #'s:
LinkedIn #'s:
Commentaires