Íslendskur fóðurflaki á Strondum
- Ólavur Í Geil
- Sep 13, 2021
- 1 min read
Ein íslendskur fóðurflakið liggur í løtuni á Hulki á Strondum. Fóðurflakin hevur ligið í nakrar dagar, og bíðar eftir betri veðurlíkindum, til so at leggja leiðina víðari til Íslands. Vit skilja støðuna soleiðis, at hann kann liggja eina til tvær vikur á Strondum.

(Mynd 📸 Ólavur í Geil, BLUE FAROE ISLANDS)
Fóðurflakin er heldur serstakur og er serligur at líta á. Hann er bygdur í Trondheim í Noreg í summar og er á veg til Íslands.
Danski sleiparin Bestla úr Hanstholm, sleipar fóðurflakan.
Hava vit skilt tað rætt, kann ein slíkur fóðurflakið kann ikki sigla í meira enn 2,5 metra aldu.
Talan er um fóðurflaka hjá ICE FISH FARM, sum heldur til í Austfirði.
Myndirnar eru tiknar av Ólavur í Geil, fyri BLUE FAROE ISLANDS
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Ólavur í Geil, BLUE FAROE ISLANDS
Comments